Klaksvíkin eigur bestu málverjarnar

Fótbóltsgalla 2022: Óluva A. Joensen og Mathias Brinch Rosenørn eru ársins málverjar

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Óluva A. Joensen og Mathias Brinch Rosenørn, bæði úr KÍ, vald til ársins málverjar.

 

Óluvá A. Joensen hevur vunnið heiðurin fleiri ferðir fyrr. Hon er landsliðsmálverji og tað er breið semja um, at hon er besti málverjin í landinum. Hetta á baki komu Valborg Østerø úr B36 og argentinska Flor Glormercau úr felagsliðnum TB/FCS/Royn.

 

Hjá monnunum vann Mathias Brinch Rosenørn. Hann hevur bara latið sjey mál inn í landskappingin í ár. Tað er høvðusorsøkin til at hann er valdur til ársins málverja hjá monnunum. Nummar tvey var Bárður á Reynatrøð úr Víkingi, og nummar trý var Kristian Joensen úr EB/Streymi. Síðstnevndi hevur skift til NSÍ.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.