Klaksvíkar Tónlistaskúli konsert við Ósánna

Í kvøld var ein konsert á Torraskránni í Skúlin við Ósánna við næmingum og lærarum úr Tónlistaskúlanum. Væl av fólki – flestu foreldur at næmigunum, vóru komin saman at lurta.

Í kvøld var ein konsert á Torraskránni í Skúlin við Ósánna við næmingum og lærarum úr Tónlistaskúlanum. Væl av fólki – flestu foreldur at næmigunum, vóru komin saman at lurta.

 

Á skránni var ymiskur fólkatónleikur, Beatles og lættur klassiskur tónleikur. Úr skránni kann nevnast: klavertónleikur m.a. av Haydn, Chopin, Diabelli og Gurlitt, bæði solo og fýrahendigt. Eisini spældi strúkiorkestur við bæði næmingum og lærarum Beatles-sangin Ob-la-di, ob-la-da, og Time to say Goodbye (Con te partiro) og  yngri strúkararnir spældu undir til floytusolo hjá Helgu Gerðalíð.

 

Nógvir av teimum ungu næmingunum spældu væl á flygel solostykkir fyri ferhent klaver, men eisini einsamallir og dugdu teir heilt væl.

 

Alex Sólstein, sum hevur spælt nógv á violin læt væl at teimum ungu, at tey dugdu væl at spæla violin, sum hann heldur vera eitt torført ljóðføri. Hann var serliga errin av teirri einum gentuni, sum hann seinni greiddi frá, hevði lænt violinina frá honum. Hann var abbabeiggi hennara, so tað man liggja til slagið, sum tikið verður til.

 

Jú, teir mongu næmingarnir, sum spældu av huga og hegni, høvdu nógv gott at bjóða við spæli sínum og hava teir við hesi frálíku konsertini í kvøld sett hol á Torraskránna.

 

Samstundis sum næmingakonsertin var í miðhøllini, dansaði kvøldskúlin Linedans í norðurhøllini, men tað forstýraði einki. Rúm var fyri báðum tiltøkunum!

 

Orð og myndir: Dávur Winther