Klaksvíkar kommuna kann vaksa við tveimum bygdum

Húsar

Hóskvøldið skal Klaksvíkar býráð taka støðu til, um kommunan skal gerast tvær bygdir ríkari.


Samráðingarnar millum Húsa og Klaksvíkar kommunu eru nevniliga komnar so mikið væl áleiðis, at býráðslimir nú fáa høvi at siga sína hugsan. Bygdaráðslimirnir í Húsa kommunu hava longu einmælt samtykt at leggja saman við Klaksvíkar kommunu.


- Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt seinastu árini, og samskiftið við Húsa kommunu um samanlegging er onki undantak, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann fegnast um útlitini fyri, at allar bygdirnar á Kalsoynni nú verða partur av Klaksvíkar kommunu, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi og leggur afturat.


- Samanleggingin við Húsa kommunu fer at styrkja samanhaldið í Norðoyggjum uppaftur meira og fer at økja um menningina fyri alla Kalsoynna. Borgararnir á Kalsoynni fáa nú ágóðan av øllum teimum møguleikunum, sum eru í Klaksvíkar kommunu, og harafturat eru bygdirnar á Kalsoynni sermerktar við jaligum og nýhugsandi dygdum, so eg ivist ikki í, at samanleggingin styrkir báðar partar, sigur Jógvan Skorheim.


Sum partur av samanleggingini er ætlanin at stovnseta tvær staðbundnar nevndir fyri ávikavist Húsar og Syðradal, so allar bygdirnar í Klaksvíkar kommunu virka undir somu treytum.


Frammanundan fevnir Klaksvíkar kommuna um Klaksvík, Svínoy, Árnafjørð, Norðoyri, Ánirnar, Mikladal og Trøllanes. Um býráðið samtykir samanleggingina, so leggjast bygdirnar Húsar og Syðradalur aftrat Klaksvíkar kommunu. 42 fólk búgva í teimum báðum bygdunum.  

Húsar

Húsar

Húsar

Húsar

Húsar