PF Christian í Grótinum í Klaksvík hevur keypt teir fýra trolararnar Nónhamar, Fjalshamar, Smaragd og Safir frá Føroya Banka
Hetta váttar Eyðun Rasmussen, stjóri í PF Chr. í Grótinum fyri Vágaportalinum í dag.
Eyðun Rasmussen sigur við Vágaportalin, at avtalan millum P/F Christian í Grótinum og Føroya Banka varð undirskrivað í gjár fríggjadagin.
Spurdur nær stjórin roknar við, at trolararnir fara til fiskiskap, sigur hann, at nú fara teir undir at kanna hvørjum standi trolararnir eru í, og hvat skal gerast við teir fyrst.
Avtalan er so nýggj, at stjórin vil ikki siga meira um hana á enn.
Spurdur, um hetta keyp hevur nakað við Kósina at gera, sigur Eyðun Rasmussen, at tað hevur tað ikki.










