Tvær listakvinnur úr Klaksvík lata í dag upp listaframsýning í Smiðjuni í Litluvík í Havn
Í dag klokkan 15 letur nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, við málningum hjá listakvinnunum Gull-Britt Hansen og Lydiu Petersen, ið báðar eru úr Klaksvík.
Við á framsýningini eru 40 akrylmálningar og tvær klippmyndir av Havnini, sum Lydia Petersen hevur gjørt
Framsýningin er opin til mikudagin 3. desembur, allar dagar frá 15 til 20.