fótbóltsævintýr
Tað er uttan iva ein partur av dreingjadreyminum hjá unga klaksvíkinginum, sum við hesum rennur út, men enn er so ikki talan um nakran veruligan sáttmála.
Á heimasíðu sínari boðar KÍ frá, at hetta millum annað er úrslit av vitjanini hjá Andy Williams í summar. Hesin er ungdómsvenjari hjá Liverpool, og umvegis hann hava teir í Chelsea so fingið eyguni upp fyri, at onkur evnaríkur fótbóltsleikari møguliga er at finna í Klaksvík.
- Nýggi ungdómsvenjarin hjá Chelsea, Lee Congerton, sum hevur til høvuðsuppgávu at finna nýggjar ungdómsspælarar til felagið, roynir at eisini at finna spælarar í onkrum nýggjum øki, og umvegis Andy Williams er hann komin á slóðina av KÍ.
- Chelsea sóknast eftir einum spælari í ávísum aldri, og KÍ hevur gjørt av at senda Kristoffur Jakobsen avstað til royndarvenjingina. Kristoffur er ein av lovandi ungu spælaranum í KÍ, og hann hevur spælt á ungdómsliðum hjá FSF. Hann hevur í vetur gjørt sáttmála við KÍ. Kristoffur skal venja í Chelsea í eina viku, og hann fær eisini møguleikan at vera við í einum dysti hjá U18 hjá enska felagnum, verður sagt á heimasíðuni hjá KÍ.
So í tíðarskeiðinum frá 9. til 15. januar sleppur Kristoffur at royna seg millum so mætar leikarar sum Frank Lampard, Joe Cole, Eidur Smári Gudjohnsson, Didier Drogba, van Robben og Duff fyri bara at nevna nøkur av nøvnunum í stjørnusetta Chelsea.