Klaksvíkingur í Havn XC ár

Mánadagin 21. nov. fyllir Sigrid Lilja Jespersen í Pedda við Steingøtu í Havn níti. Helst eru tað mong, ið undrast, at árini eru so mong, tí bærilig er hon. Sigrid hevur havt og hevur so lætt lyndi, at vit næstan misunna henni. Ferðug og frísk ferðast hon ímillum okkum og hevur mestsum eina óskerda lívsorku.
”Eg eri hvørki ein dag eldri ella yngri, enn eg eri!” plagar hon at taka til. Her sipar Sigrid til, at á dópsseðlinum stendur, at hon varð fødd í Klaksvík 22. nov. 1921, men mamma hennara, Gerda, plagdi at siga: ”Sigrid minn, tu ert fædd 21. nov., dõnsku presturin mistalaði seg!”
Sigrid er dóttir Gerdu og Baldvin Sigurbjørnson. Hjúnini vóru íslendarar. Baldvin var ein teirra, ið kom til Klaksvíkar úr Íslandi við Sigurfarinum í 1920. Trongar vóru tíðirnar tá, men í Føroyum munandi frægari enn í tjóðini í útnorðri. Um hetta mundið komu fleiri haðani henda vegin fyri at betra sær lívsútlitini.
Tá gangararnir undir vøgguni hjá Sigrid gingu har norðuri, samtykti løgtingið ferð eftir ferð at heita á donsku stjórnina um at syrgja fyri, at undirvísingarmálið skuldi vera føroyskt í Føroyum. Men einki spurdist burturúr. Ikki fyrr enn hon varð konfirmerað, kom samtyktin í gildi!
Apropos manntal, - í Føroyum búðu tá 21.321 fólk. Vegagerðir fóru so líðandi fram, - millum Sørvág og Sandavág kom vegasamband, millum Havnina og Kirkjubø, somuleiðis millum bygdir í Eysturoy, Norðstreymoy og Sandoy. Oyggjasamfelagið var í eini menningarfasu.
Hjúnini Gerda og Baldvin, sum búsettust í Víkunum, fingu níggju børn. Fýra teirra gjørdust klaksvíkingar burturav, fýra búsettust uttanlandas og Sigrid, sum blaðung fór til Havnar, gjørdist havnakona.
Ein serlig hending elvdi til eitt lívlangt vinarlag millum tey hjá Jóan Jakku skómakaranum í Havn og heimið hjá Baldvin. Tað var soleiðis, at samskiftið og ferðamøguleikar tá í tíðini var sera avmarkað. Gerda kemur til Føroya og skal til Klaksvíkar, har maðurin var komin frammanundan. Vegvísarar eingir og ongan kendi hon. Meðan hon situr í Vágsbotni á einum bonki og umhugsar støðuna, kemur Jóan Jakku framvið henni. Tey koma í prát, og hendan dagin er sambandið millum familjuna í Klaksvík og hana í Havn heilt og óskert.
Sigrid hevur verið eitt konubrot, virkin og sterk. Tað, vit kenna hana best fyri, var hennara virkni lutur við alskyns stór og serlig veitsluhald gjøgnum tíðirnar í býnum, alt frá royalum veitslum til tær ítróttarligu og jubileumskendu. Hennara kvika arbeiðslag og fúsa framferð var ikki at koma uttanum. Heitt varð eisini mangan á hana, tá reseptiónir fyri betra slagnum skuldu haldast. Óuppgjørd tók Sigrid fatt og dugdi eisini um somu tíð at stuttleika sær. Tað gekk hond í hond hjá henni, tí hon er ein áhugaverd kona við forvitnisligum lívsroyndum.
Hon hevði nógv ár á baki, tá hon enn orkaði og helt seg til. Men tá hon fór at bera seg undan, var tað ikki tí, at hon ikki megnaði, men tí hon tók Jarmund, hjúarfelagan, fram um alt annað, tí hjá honum var heilsan farin at bila. Fyrimyndarliga tók hon hond um hann. Tá hann seinastu árini gjørdist búfólk á Lágargarði, var Sigrid um hann sum nakar. Hon smæddist ikki at taka eina hond í við teimum á Lágargarði, hevur onkur sagt mær. Soleiðis var og er Sigrid, dugir at síggja, hvar ein hond kemur væl við.
Sigrid giftist í 1946 við Jarmund Jespersen úr Trongisvági. Jarmund var alla sína tíð ein virkin og gløggur maskinmaður. Tey fingu í 1947 teirra einasta barn, Ingunn, sum við manni og børnum er ein centralur partur av tilveruni hjá Sigrid. Dótturfamiljan er øll búsitandi í býnum og eru nógv um hana.
Mangir skúlaungdómar hava búð hjá Sigrid og Jarmund gjøgnum tíðirnar. Hetta vóru ung av bygd og onkur í familjuni, ið høvdu vistarhald hjá teimum. Hesi taka mangan til, hvussu serliga gott og heimligt tey kendu tað at vera hjá teimum.
Tað ber ikki annað til ikki at nevna Floy, hundin hjá Sigrid og Jarmund, sum var ein savningardepil í gøtuni. Honum hjúklaðu tey fyri og hann um tey. Men hann var gamal og troyttur av døgum, tá heilsan hjá húsbóndanum fór at ganga undan, og Floy máttu tey skilja seg av við, tung í huga.
Sigrid Lilja býr framvegis í hugnaliga heimi sínum í Pedda við Stein gøtu. Tað ætlar hon, so leingi hon evnar tað. Hennara positiva medferð ger sítt til, at aldur er ein viðfáningur í hennara verð. Vælklødd og vøkur við dagførdari frisýru ert tú ein fragd fyri eygað. Treyðugt so hevur okkurt heilsuligt nos verið, men tað er tíbetur vent aftur til bros. Dagliga situr Sigrid við stokkum. Hon bindir til illa stødd børn á barnaheimum úti í heimi. Tá samstarvar hon við Tilhaldið í Tórsgøtu. Sigrid er rúmlig og heldur seg ikki undan at halda dagin úti á Landavegnum í Odd Fellow húsunum mánadagin frá 16 til 20.
Familjukær hevur Sigrid verið. Familjan í Klaksvík hevur altíð havt sítt serliga pláss hjá henni heilt til dagin í dag. Herfyri var hon har norðuri og fylgdi bróðursoni til gravar. Tað skal serlig orka til ferðing, tá árini eru so mong. Hóast hon í skjótt áttati ár hevur verið ein heilstoypt havnarmynd, tosar hon kortini sítt góða, greiða klaksvíksmál. Gott Sigrid!
Góða Sigrid, frá okkum niðanfyri sendast bestu føðingardagsheilsanir við ynskjum um heilsuberandi ár framyvir. Tað munar at hava grannalagið umboðað við tíni myndugu framferð. Hóast væl við aldur, megnar tú altíð at ganga um stór sum smá, ung sum eldri. Tað er ein ordans dygd. Vit ynskja tær hjartaliga til lukku, góða Sigrid.
---------------
Poulina Slættanes