10-mannafør: Í dag hevur Klaksvíkingur fyri fjórðu ferð í ár vunnið kappróðurin millum størstu bátarnar. Úrslitið var nett tað sama, sum tað hevur verið hinar ferðirnar: Klaksvíkingur var fremstur, Vestmenningur var næstfremstur, og Hoyvíkingur endaði á bronsuplássinum.
Klaksvíkingur stakk seg framum beinanvegin, og í fínum róðrarlíkindunum í Fuglafirði var Klaksvíkingur fremstur allar 2000 metrarnar. Tað tóktist sum um, at klaksvíkingar rættuliga høvdu tamarhald á støðuni. Onkra løtuna tók tað at styttast eitt sindur aftur til treisku og áhaldandi vestmenningarnar, men so varð gamla søgan staðfest, sum sigur, at tað í tílíkari støðu er ógvuliga tungt og torført at vinna seg fram til fyrsta plássið.
Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin gott og væl trý sekund ella ein stór bátslongd. Hoyvíkingur kom á mál 22 sekund aftanfyri Vestmenning.
At Klaksvíkingur hevur vunnið allar fýra ferðirnar ber við sær, at tað er ilt at ímynda sær, at tað ikki skal eydnast at vinna FM heitið hjá klaksvíkingum.
1 Klaksvíkingur 09:08.10
2 Vestmenningur 09:12.22
3 Hoyvíkingur 09:34.22
Støðan
1 Klaksvíkingur 28
2 Vestmenningur 24
3 Hoyvíkingur 20