Klaksvíkingur vann aftur í dag, og harvið skal nógv venda niður á ólavsøku, sum í dag vendir upp, um Klaksvíkingur ikki skal vinna FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini.
Klaksvíkingur sprakk avstað. Hann vann beinanvegin ein hálvan skut og reiðiliga tað. Síðani vóru tað klaksvíkingar, sum stýrdu róðrinum.
Ormurin Langi royndi fleiri ferðir at søkja at, men tað munaði ikki nóg mikið at taka oddafiskin. Hinir báðir – Drekin Reyði og Havnarbáturin – vóru ongantíð í dag í nánd av at hótta tann fremsta.
Í endaspurtinum rann Klaksvíkingur ógvuliga væl. Tá ið bátarnir fóru um málið, var tann hvíti báturin stóran skutin ella eina lítla hálva bátslongd undan Orminum Langa, sum var ein lítlan skut frammanfyri Drekan Reyða.
Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, plagdi maðurin at taka til. Hetta er ikki minst galdandi í kappróðri. Í dag var kappingin ikki so tøtt, sum hon var í Hósvík mikukvøldið. Men hóast Klaksvíkingur vann meiri sannførandi hesaferð, enn hann gjørdi mitt í viku, so legði gongdin í dag upp til, at tað aftur verður dramatikkur og spenningur, tá ið 10-mannaførini fara at kappast á Skála um eina viku.
10-mannafør
1 Klaksvíkingur 04.33.29
2 Ormurin Langi 04.34.49
3 Drekin Reyði 04.35.47
4 Havnarbáturin 04.39.03
FM støðan
1 Klaksvíkingur 28
2 Ormurin Langi 22
3 Drekin Reyði 22
4 Havnarbáturin 16