Tær 4 fyritøkurnar hava ein rúmligan bás, har tað, tær hava at sýna fram, veruliga kemur til sín rætt.
- Tað er umráðandi fyri fyrtøkurnar her norðuri, at tær leita út um Klaksvíkina, tí er hetta eitt kærkomið tiltak, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri, sum er samskipari hjá klaksvíkingum.
Tað er reklamufyritøkan, Vasti, í Klaksvík, sum hevur designað básin, so hann kemur at síggja út sum ein heild, hóast tað eru fýra sera ymiskar fyritøkur, ið sýna fram saman.
- Básurin er bæði sjónligur og rúmligur, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hann kemur at síggja út, sigur Rani Nolsøe.
Norðoya Kunningarstova, sum eisini er ætlað at vera andlitið hjá Klaksvíkini úteftir, verður við á framsýningini umboðandi Norðoyggjar.
Nýggj fyritøka við
Nýggjasta fyritøkan á básinum hjá klaksvíkingum, er sølu- og tænastufyritøkan, KBI. Tað er Karl Birgir Isaksen, sum fyri góðum ári síðani stovanði fyritøkuna, sum nú hevur 3 fólk í arbeiði.
KBI leggur seg eftir at selja og veita tænastu til skip og bátar, virkir og fyritøkur.
Karl Birgir sigur, at tað altíð hevur verið hansara dreymur at fara undir egið virki. Tá hann í útvið 20 ár hevði savnað sær royndir innan handilsvinnuna, gjørdi hann av, at nú skuldi dreymurin gerast veruleiki.
Fyri nøkrum mánaðum síðani eydnaðist KBI at fáa einaumboð í Føroyum upp á Castrol Marine oljuúrdráttir.
- Hetta er avgjørt ein stórur fyrimunur hjá fyritøkuni, tí sølan av hesum úrdráttum verður heilt givið ein stórur partur av framtíðarvirkseminum hjá okkum, sigur hann.
Orsøkin, til at Karl Birgir gjørdi av at vera við á Fish Fair, er, at har verður møguleiki fáa samaband við potentiel viðskiftafólk kring oyggjarnar.
Við á básinum hjá KBI verður m.a. sølustjórin á høvuðsskrivstovuni hjá Castrol í Noregi.
- Vit gleða okkum at hitta nógv fólk á framsýningini til eitt hugnaligt prát um olju, sigur Karl Birgir Isaksen at enda í samrøðuni við Sosialin.
Neyðugt at vísa andlit
Tey, sum sýna fram, siga, at tað er neyðugt hjá øllum fyritøkum í Norðoyggjum at vísa, hvat tær hava at bjóða av vørum og tænastum.
- Í løtuni stendur Klaksvíkin og Norðoyggjar á einum
vegamóti, tí um stutta tíð, verður koyrandi á meginøkið. Tá er neyðugt at verða væl fyrireikað, so fólk aðrastaðni koma higar at keypa bæði vørur og tænastur frá okkum, siga tey.