Klaksvíkingar verja kongKlaksvíkingar verja kong

Klaksvíkar Talvfelag er hálvt stig framman fyri Sandavágs Talvfelag, nú fýra umfør eru telvað í liðkappingini. Havnar Telvingarfelag, sum á triðja plássi er tvey stig aftanfyri, eigur tó ein dyst á

Um vikuskiftið er fimta umfar í liðkappingini í talvi, og síðani verður vetrarsteðgur. Í løtuni er Klaksvíkar Talvfelag á odda og hevur 11½ stig, og síðani kemur Sandavágs Talvfelag við 11 stigum og Havnar Telvingarfelag, sum hevur 9½ stig, men eigur ein útsettan dyst á ímóti Vestmanna Talvfelag, sum er nummar fýra við átta stigum. Hesin dystur verður telvaður næsta sunnudag.
Líkt er til, at kappingin í vetur verður líka spennandi sum í fjør, tá fýra lið lógu til at gerast føroyameistarar, líka til seinasta umfar. Havnar Telvingarfelag er á pappírinum størsti favoritturin, men fremstu liðini eru sera jøvn og taka øll stig frá øllum. Hinvegin sær út til, at niðurflytingin verður eitt stríð millum næstbestu klaksvíkingarnar og Tofta Talvfelag, sum hava ávikavist 3½ og ½ stig.
Sunnudagin klokkan 14 verða dystirnir í fimta umfari, og tá møtast í Havn Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag, í Vestmanna Vestmanna Talvfelag og Sandavágs Talvfelag, og á Toftum tekur Tofta Talvfelag ímóti Klaksvíkar Talvfelag 2.

Hinar deildirnar
Í 2. deild er Havnar Telvingarfelag 2 trygt á odda við 12 stigum, Havnar Telvingarfelag 3 hevur níggju stig og Klaksvíkar Talvfelag 3 hevur átta stig. Í 3. deild, har øll liðini møtast eina ferð og telvað 11 umfør í staðin fyri tey vanligu 10, er Vestmanna Talvfelag 3 á odda við 16½ stigi, Skopun hevur 14½ og Gøta 10½ stig.
Í unglingadeildini stendur á jøvnum millum Klaksvíkar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag, sum hava 12½ stig í part, meðan Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag A koma við teimum á baki við 11½ stigi í part, so her kann roknast við harðari og góðari kapping millum júst hesi fýra liðini, ið eru javnsterk. Aftan fyri tey koma Rókur og Havnar Telvingarfelag B, sum ikki hava so royndar telvarar sum hini liðini.