Klaksvíkingar trívast væl í ÍF

ÍF hevur nú fýra fótbóltsspælarar úr Klaksvík í hópinum hjá sær. Málmaðurin Karstin Joensen er komin aftur til Fuglafjarðar at royna seg, og Arnold Joensen hevur eisini gjørt avtalu við ÍF. Afturat teimum eru tveir yngri KÍ-spælarar eisini farnir til ÍF at spæla. Julian Samuelsen hevur verið í ÍF í fleiri vikur, meðan Tórður Lervig nú eisini roynir seg í felagnum.