Klaksvíkingar mistu hálvt hundrað túsund

Ólagaliga veðrið og ólagaliga ferðasambandið høvdu við sær, at tað vóru nógv færri áskoðarar til kappróðurin í Klaksvík, enn tað frammanundan kundi roknast við, at tað fóru at vera

KAPPRÓÐUR

Veðrið skikkaði sær illa á norðoyarstevnuni. Tað oysregnaði allan leygardagin, og tað var nógvur vindur. Hetta hevði við sær, at áskoðararnir, sum møttu upp á havnarøkinum vestanfyri og á Kósabrúnni og Stongunum eystanfyri, vóru heilt fáir. Kanska færri enn tvey hundrað, frætta vit úr Klaksvík. Umframt at líkindini vóru so vánalig, so halda teir í Klaksvík, at tað heldur ikki kann síggjast burtur frá, at áhugin millum teirra, sum fylgja væl við í kappróðri, ikki var so stórur at koma til Klaksvíkar, sum hann onkuntíð hevur verið. Smyril plagar at føra bátar og fólk á norðoyarstevnu, men hann var og er í dokk. Í norðoyarstevnuvikuni var tað eitt sindur ógreitt, hvussu tað fór at verða við ferðingini, og tað hevur ivaleyst havt við sær, at tað eru tey, sum eru setst aftur.
Kristian Eli Zachariasen er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Tá vit tosaðu við hann mánadagin, høvdu teir ikki gjørt stevnuna upp, men hann helt tað ikki vera nakran iva um, at teir sótu eftir við einum undirskoti.
? Tað kostar eitt sindur at vera vertur fyri kappróðrinum. Ein tann størsti posturin er, at kappróðrarfólkini skulu hava eina máltíð. Harafturat eru tað nógvir smáir postar, sum tilsaman bera eina hampuliga fitta útreiðslu við sær. Trý tey seinastu árini hevur veðrið verið gott. Vit hava fingið omanfyri hálvt hundrað túsund krónur inn í atgongdugjaldi. Tá vit hugsa um, at áhugin fyri kappróðri millum klaksvíkingar og norðoyingar er størri nú, enn hann hevur verið, so høvdu vit í hvussu so er roknað við at fingið tað sama inn, sum vit hava fingið undanfarnu árini, men veðrið gjørdi, at tað fullkomuliga kiksaði við áskoðarum, sum møttu upp innanfyri, har sum tað varð krevt inn. Kanska møttu tvey hundrað fólk upp ? og í hvussu so er ikki fleiri enn so.

Fínar losjur
Í stóru fótbóltsfeløgunum kring heimin verður nógv gjørt burturúr, at áskoðararnir, sum eru bestu stuðlarnir hjá feløgunum, skulu kenna seg væl, tá teir møta upp til dystirnar. Teir verða vístir til og hýstir í serligum losjum, har alt tað er at fáa, sum hugsast kann í sambandi við fótbólt.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur ongar sovornar losjur at vísa á og hýsa áskoðarunum í. Men kortini eru umstøðurnar hjá áskoðarunum til at hyggja at kappróðri á norðoyarstevnu framúr góðar. Á Stoksoyrum og Myrkjaroyrum eru fleiri hundrað hús í traðunum, sum vórðu innlagdar fyri hundrað árum síðani og meiri enn tað og í høgunum hjá bóndunum í Vági og ásBiskupsstøð. Í fjálgu stovunum var nógv fólk leygardagin. Tey sóu og hoyrdu frá kappingunum, men sjálvandi gav hetta ikki nógv í kassan hjá Róðrarfelagnum. At fara inn til privatfólk at krevja pengar, tí tey og gestirnir hyggja út ígjøgnum vindeygað hevði verið at gjørt seg inn á frælsið hjá tí einstaka!
Onkur helt fyri at tað hevði kanska verið vedrt at umhugsað at sent nøkur oyru til kappróðrarfelagið. Tað stendur upp til hin einstaka, men hervið er hugskotið latið almenninginum.

Nøgdir við úrslitini
Í fjør vunnu klaksvíkingar tríggjar róðrar á norðoyarstevnu. Tá vunnu genturnar umborð á Fípuni Føgru, kvinnurnar umborð á Páll Fanga og menninir umborð á Nevinum Reyða. Hesa ferð vunnu tvær manningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ? dreingirnir umborð á Fípuni Føgru og menninir umborð á Páll Fanga.
Kortini sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, at hann er væl nøgdur við úrslitini á norðoyarstevnu:
Umframt at vinna tveir róðrar, so vóru vit við til at mynda allar hinar kappingarnar ? burtursæð frá kappingini millum 8?mannafør, har vit ikki tóku lut. Genturnar og kvinnurnar vóru næstfremstar, og 10?mannafarið hjá okkum gjørdist nummar trý. Tað man vera langt síðani, at Klaksvíkingar var nummar trý á norðoyarstevnu.
Men hondina á hjarta. Vóru tit ikki eitt sindur vónsviknir av, at tað ikki hilnaðist betri hjá 10?mannafarinum hjá tykkum, enn tað gjørdi?
? Vit høvdu sjálvandi vónað, at tað skuldi eydnast at vinna fyri fyrstu ferð í 32 ár, men vit vóru greiðir yvir, at tað fór at verða sera trupult. Hinar manningarnar tykjast vera sera væl fyri, og vit rokna við, at talan fer at verða um eina sera tætta kapping tær næstu ferðirnar, heldur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, Kristian Eli Zachariasen.