Klaksvíkingar kunnu vinna alt

Billardkappingin fyri lið er um at verða liðug í ár. Støðan er tann, at Klaksvíkar Billardfelag liggur klárt á odda í báðum deildum. Um væl vil til, so kann endin gerast tann, at klaksvíkingar vinna alt, sum vinnast kann í FM í billard í ár. Her verður eisini hugsað um FM meistaran fyri einstaklingar, sum Klaksvíkin hevur átt seinastu árini. Hann liggur sum er bestur í liðkappingini og kann vísa seg at vera stinnastur í einstaklingakappingini eisini, men vit mugu so ikki gloyma, at Henrik Petersen, sum hevur vunnið FM heitið fleiri ferðir, er við aftur í kappingini. Hann hevur ikki verið við í fleiri ár. Men samanumtikið er møguleiki fyri, at klaksvíkingar gera hattrick í billard í ár.

Í 1. Deild liggur Klaksvíkar Billardfelag á odda við 88 stigum, Kaggin 1 hevur 70 stig, Havnar Klubbi 58 stig, Tvøroyrar Billardfelag 48 stig og Kaggin 2 42 stig. Klaksvíkar Klubbi hevur tá eisini spælt eina kapping minni enn hini liðini. Kaggin 2 spældi móti Havnar Klubba seinasta vikuskiftið og vann 10-8. Hetta vikuskiftið spælir Kaggin 2 á Tvøroyri, og Klaksvíkar Billardfelag spælir í Havnar Klubba fríggjakvøldið og í Kagganum leygardagin.

Í 2. Deild liggur Klaksvíkar Billardfelag nr. 1 við 94 stigum, Klaksvíkar Billardfelag 1 er nr. 2 við 78 stigum, Kaggin er nr. 3 við 65 stigum, Havnar Klubbi er nr. 4 við 59 stigum og Tvøroyrar Billardfelag er nr. 5 við 10 stigum.


Innleiðandi umfarið til staklingakappingina í billard verður í Havn 2. og 3. apríl og finalan verður í Kagganum 16. og 17. apríl.

Tillmelding fer fram úti í feløgunum og skal vera liðug áðrenn mikudagin 31. Mars. Sjey teir bestu frá innleiðandi kappingini fara víðari í finaluumfarið, sum verandi meistari er sjálvskrivaður til.