Mánadagin, 12. mars, er grækarismessa og tað fara klaksvíkingar at halda sunnudagin.
Í hesum sambandi verður grækarismessuhald í Skúlanum við Ósánna sunnudagin 11. mars klokkan 14 og har fer
Sigrun Juul Samuelsen fer at flyta fram røðu.
Hon er ein av kendu býarmyndunum í Klaksvík, við tað, at hon hevur verið virkin skóti í mong, samstundis sum hon hevur verið
undangongufólk í mongum vælgerðandi tiltaki.
Sum vant er Klaksvíkar Hornorkestur partur av skránni fyri Grækarismessuhaldið, har
tað fer at spæla nakrar av okkara vøkrum vársálmum.
Á haldinum verður eisini ein góður drekkamunnur at fáa.
- Á Grækarismessu fagna vit várinum, har tjaldrið sum tjóðfuglur okkara, og ein av flytifuglunum, kemur heimaftur á klettarnar
við boðum um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum" siga fyrireikararnir.