Klaksvík: Føroya Sparikassi letur nú upp nýggja deild í klaksvík, og tað fara klaksvíkingar helst at leggja væl til merkis.
Upplatingardagurin í Bøgøtu 12 verður mánadagin 20. februar, og dagarnar uppundir upplatingina verður skipað fyri tiltøkum bæði fyri stór og smá.
Hóast sparikassin ikki alment er latin upp enn, er kortini líkt til, at klaksvíkingar taka væl ímóti nýggju deildini hjá Sparikassa.
Hinvegin so ætla norðoyingar eisini at gera vart við seg í Havn, tí í næstum fer Norðoya Sparikassi at lata upp eina deild í høvuðsstaðnum.
Longu væl móttikin
Í Føroya Sparikassa gleða fólk seg til at lata deildina í Klaksvík upp.
Tað man kortini vera tann nýggi deildarleiðarin, Eyðun Mørkøre, ið sjálvur er klaksvíkingur, sum er mest spentur uppá hetta.
Vit eru til reiðar at fara undir uppgávuna, sum tað er at reka eina deild í Klaksvík. Tað gleðiliga er, at klaksvíkingar longu hava tikið væl ímóti okkum.
Vit hava longu fleiri nýggjar kundar í Klaksvík, sigur hann.
Áhugi er bæði fyri sethúsafígging, vinnulívsfígging, virðisbrøvum og øðrum tænastunum, sum Føroya Sparikassi fer at bjóða kundunum.