Klaksvíkingar eru bæði tyngri og eldri

Á Skálafjørðinum verður umhugsað, um teir á Ólavsøku skulu royna seg í bátinum, sum teir frammanundan hava vunnið so nógv við

Tað var lagt upp til stóra og tætta kapping. Onnur orsøkin til hetta var, at tað í fýra av teimum fimm róðrunum, sum høvdu verið frammanundan, hevði verið mest sum eingin munur á Klaksvíkingi og Eysturoyingi, og hin orsøkin var, at hesa ferð var teinurin bara helmingurin av tí, sum hann frammanundan hevði verið.

Kappingin gjørdist ikki tann, sum roknað varð við. Klaksvíkingur fór skjótt frá Eysturoyingi, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin ein bátslongd, og tað er nógv á túsund metrum. Harvið er Klaksvíkingur tvey stig frammanfyri Eysturoying, og tískil eru klaksvíkingar greiðir FM favorittar.

Eysturoyingur vann fulla úrtøku á Norðoyastevnu og Fjarðastevnu. Síðani tá hevur Klaksvíkingur vunnið fýra ferðir. Tað vil eisini siga, at Eysturoyingur ikki hevur vunnið, síðani báturin, sum varð smíðaður í 1998, og sum hevur vunnið so nógv, varð skiftur út við spildurnýggjan bát.

Ludvík við Stein, sum í ár hevur gjørt skilagóðar róðrarviðmerkingar í Kringvarpinum, er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hann man vera ein av teimum, sum hevur størstu royndirnar og hevur vunnið mest í kappingini millum 10-mannafør.

Ludvík heldur tað ikki vera nakran iva um, at Klaksvíkingur er favorittur at vinna á Ólavsøku og harvið at vinna FM.

-Eingin ivi er um, at teir hava róð einastandandi væl. Miðalaldurin umborð á Klaksvíkingi er nakað hægri, enn hann er umborð á Eysturoyingi. Tað spælir ivaleyst inn, og so hevur tað serliga á styttra teininum týdning, ar miðalvektin umborð á Klaksvíkingi er hægri, enn hon er umborð á Eysturoyingi. Manningin á Eysturoyingi vigar í miðal 75 kilo, og umborð á Klaksvíkingi viga teir tíggju kilo meiri í miðal, vísir Ludvík við Stein á.

Hesar seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt, at tað í og kring Kappróðrarfelagið NSÍ verður tosað um, um teir umborð á Eysturoyingi skulu fara á Ólavsøku í tí nýggja ella í tí gamla bátinum. Hetta hevur Ludvík við Stein ongar viðmerkingar til. Eingin setur spurnartekin við kvalitetin í nýggja bátinum. Heldur er tað pátrúgv og tað sinniliga, sum talar fyri, at nýggi Eysturoyingur skal halda frí ólavsøkuaftan. Men tað skilst, at enn er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi.

Í Klaksvík er sigarføringin høg. Leygarkvøldið vórðu bæði Páll Fangi og Klaksvíkingur koyrdir í konvoy runt í býnum, áðrenn teir komu í neystið, har skipað varð fyri móttøku. At áhugin fyri kappróðri nú aftur er stórur har norðuri sást á, at uppmøtingin var heilt góð.