Klaksvíkin tørvar eina nýggja byrjan

Eftir at hava verið í farloyvi úr býráðnum síðan februar mánað, vil eg loyva mær at koma við nøkrum hugleiðingum, nú aftur stundar til býráðsval. Haldi væl ein kan loyva sær at siga, at samgongan, ið hevur sitið hesi fýra árini, ikki hevur virkað serliga væl. Varaborgarstjorin er farin úr býráðnum og ein annar limur for úr samgonguni

Setan hevur eisini verið eyðkend av eini rúgvu av samtyktum, sum eru broyttar fleiri ferð og oftani ikki førdar út í livið. Kann nevna miðbýin, byggiloyvið til FK, ánirnar og nýtt býráðshús, sum nøkur dømir. Sjálvandi hevur býráðssamgongan ikki ávirkan á alt hetta aleina, men haldi tó ein kan siga, at alt ov nógvar avgerðir vera broyttar ferð eftir ferð, og so hendir onki. Orsøkin er, at málini sum oftast ikki eru búgvin at taka støðu til, tá ið tey verða løgd fram, og tí koma nógvar broytingar og aloftast meirkostnaður.

 

Neyvari figgjarstýring

Inntøkan hjá Klaksvíkar kommunu er bara vaksin hesi fýra árini, hóast tað, so stendur ikki ov væl til figgjarliga. Umsitingin er alt ov dýr í mun til inntøkurnar, lesi at raksturin er settur til 100 milliónir komandi ár, og at bert 17 milliónir eru eftir til íløgur. Hetta vísir, at stýringin av útreiðslunum ikki er nóg neyv, tí seinastu árini hava millum 40 og 60 milliónir verið avsettar til íløgur hvørt ár. Farið er undir at útbýggja Ósaskúlan, og spurningurin er, um henda útbyggingin ikki fer avstað við øllum 17 milliónunum, ið eru til íløgur. Minnist meg rætt, so kostar útbyggingin av Ósaskúlanum 20 milliónir um árið.

 

Færri avgerðir – meira verksetan

Ikki bara hetta býráðið, men eisini undanfarna, samtykti eina rúgvu av málum, ið ikki vera sett í verk, fyrr enn fleiri ár seinni. Ruddast eigur upp í hesum samtyktum. Eitt komandi býráð eigur at velja sær nøkur fokusøkir út og nýta orkuna at fáa tey framd. Tað er betur at nýta tíðina at fyrireika hesi mál væl og virðiliga, innan tey vera útint, heldur enn bara at samtykkja uppskot, ið ofta ikki eru búgvin at samtykkja.

 

Býráðsarbeiðið skipast betur

Haldi eisini, at sjálvt býráðsarbeiðið kann skipast betur. Ein komandi samgonga eigur at umhugsa færri nevndir við fleiri málsøkjum og einfaldari umsiting. Sama mál skal minst møguligt endurtakast í fleiri nevndum. Tey stóru málini eiga at fáa eina heildarviðgerð og ásett eigur at verða, hvørji mál ikki nýtast viðgerð í býráðnum, men bara í viðkomandi nevnd.

 

Finna kjarnuøkini

Við góðu samferðslumøguleikunum, ið vit hava í dag, er tað ikki so týdningarmikið at allir borgarar arbeiða í kommununi. Tað ið hevur týdning, er at skapa trivnað so borgarnir velja at búgva og gjalda sín skatt í Klaksvík. Tað skal vera sjálvsagt, at ein fær grundøki, barnaansing og ein góðan skúla, um ein setur búgv í Klaksvík. Mín hugsan er, at fokusøki nummar eitt skal vera mentan og trivnaður, tí tað er í heilt stóran mun viðvirkandi til, hvar fólk í dag velja at búseta seg. Hetta øki hevur verið ov lágt raðfest eftir míni metan.

 

Eldraøki hugsast av nýggjum

Hetta øki er ein syrgilig søga seinastu fýra árini. Fyrst feldi býráðið uppskotið frá undirritaðu um at byggja eldraheim í Klaksvík hóast stóran tørv. Ístaðin var farið til Viðareiðis at byggja ellisheim og til Svínoyar at byggja eldrasambýli. Enn sæst onki til hesar verkætlannir, ið sannføra meg um, at tær gerast veruleiki. Eftir míni metan eigur eldraøki at hugsast av nýggjum. Eitt uppskot kundi verið, at bygt smærri eindir eftir Eden hugtakinum á báðum ørmunum og kanska eina eind í miðbýnum.

 

Læknamiðstøðin

Sum er, eru lítil útlit til at fáa kommunulæknaskipanina at virka, og tí eigur eitt komandi býráð at fara í samráðingar við Klaksvíkar Sjúkrahús og finna eina betur loysn saman við teimum.

 

Greiðar visiónir

Vit eru øll góð við Klaksvíkina. Hon hevur uppiborðið at fingið eina nýggja byrjan við greiðum málum fyri, hvussu vit tryggja vøkstur og framburð í Klaksvík.