Klaksvíkin karmur um fimta umfar

Ósaskúlin í Klaksvík verður karmur um fimta umfar nú komandi leygardag

Talv: Á aðalfundi í fjør heyst hjá talvsambandinum varð avgjørt, at í fimta og tíggjunda umfari skuldi allir dystirnir í teimum trimum deildinum verða telvaðir undir sama taki. Ósaskúlin í Klaksvík verður karmur um fimta umfar nú komandi leygardag klokkan 12.00. Tíggjunda- og síðsta umfar í liðkappingini verður í Havnini síðst í februar.

Hetta tiltak sum klaksvíkingar skipa fyri leygardagin, er sera umráðandi fyri felagskapin og felagsandan í føroyskari telving, og tískil má eitt sovorðið tiltak ikki detta niðurfyri.

Liðkappingin í ár er nógv merkt av, at kollfirðingar bert manna lið í fyrstu deild. Tíðliga í kappingarárinum tóku teir sítt 3. lið úr kappingini, og mátti stutt seinni eisini taka 2. liðið úr kappingini. Teir eiga nógvir góðir telvarar sum kundu telva við, men manglandi áhugi hjá hesum monnum er helst orsøkin til hetta stóra forfall.

Eftir fýra umfør er Havnin klárt á odda í fyrstu deild, men klaksvíkingar liggja og lúra tvey og eitt hálvt stig aftanfyri. Í aðru deild eru vestmenningar eitt vet frammanfyri næstu liðini. Í triðju deild og unglingadeildini er kappingin somuleiðis hørð og opin.