Nakrir smáskaðar hava verið í Klaksvík, og tvey tøk eru farin í nógva vindinum á Viðareiði og í Norðdepli í dag. Sløkkiliðið hevur verið boðsent nakrar ferðir.
– Støðan er rímiliga góð. Vit hava nakrar mans til arbeiðis í Klaksvík, sum hava tikið nakrar smáskaðar, og so hava vit nakrar mans til arbeiðis á Viðareiði, har eitt tak er við at fara. Eitt tak er eisini farið í Norðdepli, men tá fáa við onki gjørt við enn, tí har er ov nógvur vindur, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari.
– Í Klaksvík er onki tak farið, men har hava verið fleiri smarri ting, eg haldi tó, at fólk hava fyrireikað seg væl til nógva vindin, men man fær sjálvsagt ikki vart seg fyri øllum, sigur hann.