Edvin Kjærbo,
valevni hjá Javnaðarflokkinum til Klaksvíkar býráð
Vit hava í dag eina samgongu, ið niðurpínur alt tað sosiala økið og goymir peningin á kistibotninum fyri at fíggja fullveldi. Tey eldru og veiku skulu gjalda fyri fullveldi.
Sami maður ið er fremstur í hesi herferð móti teim gomlu og veiku í samfelagnum, bjóðar seg fram til býráðsvalið í Klaksvík ? enntá sum komandi borgarstjóra.
Klaksvíkar býráð hevur hóast alt roynt at arbeitt til frama fyri teimum eldru. Við, saman við íbúðargrunninum og øðrum, at seta skjøtil á byggingina av eldraíbúðum og sambýli undir Kráarbrekku, má ein siga at kommunan hugsar meir um tey eldru enn sitandi samgonga. Tað skal býráðið hava tøkk fyri.
Javnaðarflokkurin tekur av heilum huga undir við hesum og heldur at eldraøkið ongantíð ov skjótt eigur at leggjast út til kommununar at umsita og ikki minst pening-urin eigur at fylgja við.
At arbeiða fyri góðum korðum hjá teim eldru og veiku hevur altíð verið aðalmál Javnaðarflokksins og tað vil hann eisini gera í Klaksvíkar Býráð.
Veljið tí ein sterkan Javnaðarflokk inn í Klaksvíkar býráð.