Tekur kommunan av teimum lægstu tilboðunum, fer tað at kosta góðar 30 mió. krónur at nútímansgera og útbyggja Ósáskúlan Klaksvíkar kommuna fekk í dag tilboðini upp á arbeiðið at nútímansgera og útbyggja skúlan við Ósánna. Umframt tilboð frá høvuðsarbeiðstakarum komu eisini tilboð inn upp á múraraarbeið, málaraarbeið, gólválegging, HVS og el.
Byggifyritøkurnar Kanjon og Norðhús bjóðaðu seg fram sum høvuðsarbeiðstakara. Har hevði Norðhús tað lægra tilboðið upp á 19.542.350 krónur. Tað er góðar 2 milliónir lægri enn metti kostnaðurin av arbeiðnum.
Mett varð, at tað fór at kosta góðar 34 mió. krónur at umbyggja og nútímansgera Ósáskúlan, men tekur kommunan av øllum teimum lægstu tilboðunum, sum eru innkomin, verður kostnaðurin góðar 30 milliónir krónur.










