Klaksvíkar kommuna fer í næstum undir útstykking og tilgerð av vinnuøki við Borðoyarvík fyri at betra um karmarnar fyri vinnuligum virksemi nú og í framtíðini. Hetta skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nýggja vinnuøkið er umleið 15.000 fermetrar til støddar og harumframt er møguleiki fyri at víðka økið út móti Taravík í framtíðini.
– Sum sæst á tekningunum er ídnaðarøkið staðsett sunnanfyri bátahylin við Borðoyarvík, og umframt útstykkingina og tilgerð av sjálvum vinnuøkinum, verða eisini kringsumstøðurnar betraðar, eitt nú við bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti, sigur Klaksvíkar kommuna.