Í Klaksvík hevur Víkingur gott tak á

Higartil hevur Víkingur vunnið oftari ímóti KÍ í Klaksvík, enn klaksvíkingar hava vunnið

Klokkan 19 bresta KÍ og Víkingur saman í Klaksvík.

Felags fyri bæði liðini er, at gongdin higartil hevur verið misjøvn.

KÍ hevur vunnið ímóti TB, ÍF, EB/Streymi og AB, meðan tað hevur verið soltnari ímóti teimum stóra. KÍ hevur tapt ímóti B36 á heimavølli og spælt javnt ímóti NSÍ á heimavølli.

Víkingur hevur vunnið ímóti B36 og NSÍ á heimavølli og tapt í Gundadali ímóti HB. Og so er tað endað við málleysum javnleiki ímóti bæði AB á Argjum og TB í Gøtu. Víkingur vann 5-2 á heimavølli ímótii Skála.

Eftir ikki serliga sannførandi avrik bæði á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti TB var tað hugaligt hjá víkingum ímóti B36 á heimavølli at staðfesta, at hugburðurin, sum plagdi at eyðkenna GÍ og eisini Víking, aftur var at síggja.

KÍ megnaði ikki fyrstu løtuna ímóti NSÍ at vinna úrtøku úr stóru yvirvágini. At enda vísti liðið góðan hugburð, tá ið tað í evstu løtu eydnaðist at javna til 1-1.

Tølini siga, at Víkingur plagar at standa seg væl í Klaksvík.

Síðani Víkingur í 2008 sá dagsins ljós, hava grannarnir dystast 15 ferðir í landskappingini í Klaksvík. KÍ hevur vunnið fimm ferðir, Víkingur hevur vunnið seks ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt.  

Í Gøtu hevur KÍ staðið seg betri enn á heimavølli. Í Sarpugerði hava klaksvíkingar vunnið fimm ferðir og tapt fýra ferðir, og níggju ferðir er tað endað javnt.

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir, og hjá KÍ er Deni Pavlovic leikbannaður. Jákup B. Andreasen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum.

KÍ – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 19.00.