Klaksvík hevur fingið cowboy-barr

Undir heitinum Maverick, og við ætlanini at føra amerikanska cowboy arvin víðari, er ein spildurnýggj barr latin upp í Klaksvík. Lagt verður fyri við livandi tónleiki í annað kvøld.

 

Býargartnarin í Klaksvík, skáps-cowboyarin, Hans Hjalti Skaale verður fyrsti maður á cowboypallin, tá hann spælir í Maverick leygarkvøldið. Hans Hjalti er sambært fyrireikarunum víðagitin kring Føroya land sum skemtari, sjónleikari og sangari, og tað er ongantíð keðiligt tá hann trínur á pallin.

 

Hann hevur týtt mangan kendan Írskan pubb-slagara til føroyskt, og hesir vera uttan iva á skránni í annað kvøld, fyrireikararnir vilja vera við, at hetta er upplagt í eini Cowboy-barr.

 

Hans Hjalti trínur á pallin Kl. 21.00, og Maverick letur upp Kl. 18.00 leygardagin. Um tú skuldi ivast, so liggur Maverick beint við fótbóltsvøllin í Klaksvík.