Klaksvík hevur annað uppiborið

Ofta verður sagt, at vit hava teir politikarar, vit hava uppiborið, og sjálvandi ber til at siga so, tí vit hava jú sjálv valt teir at umboða okkum á fólkaræðiligan hátt. Tá vit hava sett krossin í atkvøðuklivanum, eru vit leys av borgaraskyldu okkara og vóna tað besta fyri úrslitið. Tó vit kunnu ikki vera trygg fyri, at tey, vit hildu vera best at umboða okkara meining, ikki skifta ham, tá tey eru vald. Mong dømi eru um tað.
Klaksvíkingar hava hvørki verri ella betri politikarar enn øll onnur. Vit mega rokna við, at tey, ið umboða okkum, arbeiða eftir síni sannføring og halda seg gera sítt besta.
Men hóast klaksvíkingar kanska hava uppiborið teir býráðspolitikarar, vit hava, so hevur Klaksvíkin sjálv ikki uppiborið at vera soleiðis viðfarin, sum hon nú verður.
Vágna herjaðu teir á og løgdu doyðin á at oyðileggja so mikið, sum til bar uttan ítøkiligar ætlanir fyri, hvat fór at spyrjast burturúr, og úrslitið liggur sum ein landaskomm.
Men tað var ikki nóg mikið! Nú venda teir eygunum móti Víkini, tí her er framvegis ov vakurt til meirilutan av okkara býráðspolitikarum. Oyðingartrongdin er á teimum, og teir vilja beina fyri vakurleikanum sum skjótast. Teir kalla tað menning og framburð, men hetta er heldur afturstig við lít.
Klaksvík hevur ikki uppiborið politikarar, sum ikki virða søguligu, siðsøguligu og mentanarligu dýrgripirnar her á staðnum.
Klaksvík hevur ikki uppiborið politikarar, sum ikki virða umhvørvið og vakurleikan her á staðnum.
Klaksvík hevur ikki uppiborið politikarar, sum ikki virða trivnaðin, ið liggur í einum grønum fríøki.
Klaksvík hevur ikki uppiborið politikarar, sum vanvirða skapanarverkið.
Nei, Klaksvík hevur ikki uppiborið at vera stýrd av fólki, sum ikki eru góð við býin.
Og tað eru tey ikki, um tey veruliga vilja loyva fyrst einum handilshúsum og síðan høgari bygging á Gerðabø. Teir 15 metrarnir, sum borgarstjórin sigur skulu friðast til tess at ganga okkum á møti, sum vildu havt alt økið friðað, eru í hesum sambandi bæði láturligir og grátuligir. Tí er bara ein einasti bygningur komin har, so er økið spilt, - tá vendist ikki aftur. Tað er útsýnið oman yvir teigalendið, og út yvir Borðoyavík, sum fyrst og fremst er vert at varðveita. Tað er søguliga sambandið millum býlingin Gerðar og dyrkaða lendið.
Tað er bara so syndarligt, at okkara býráð ikki dugir at síggja tað!
Aldagomul søga og aldagamalt strev fara fyri skeytið og tey yppa øksl og kalla tað framburð. Tað er svárt at skula uppliva, at hetta kann fara fram í okkara tíð. Hvar eru friðingarmyndugleikarnir í hesum landi?
Er tað veruliga so galið, at ikki ber til at steðga hesum?
Varðveitið Gerðabø! Friðið hann allan sum hann er NÚ. Tá hava tit álit okkara uppiborið!