Í dag fær Klaksvíkar býráð vitjan av vinarbýi sínum í Svøríki - Norrköping. Vitjanin er komin í lag í sambandi við 100-ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu í 2008. Við í ferðini eru:
1 - Ulf Arumskog, vinnilívsráðgevi
2 - Carl Selling, kunningarleiðari
3 - Boel Johnson frá útbúgvingarskrivstovuni (menning og góðskumeting)
4 - Heléne Styrenius frá altjóða skrivstovuni
5 - Olle Nilsson, tónleikari
Hóskvøldið verður almennt kunningarkvøld í býráðshøllini í Klaksvík, har gestirnir breitt kunna um: Hvat hendir í Norrköping?
- Her eru øll hjartaliga vælkomin, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar býráð.
Við í ferðini er ein rættiliga kendur tónleikari, Olle Nilsson. Hann hevur spælt nógv saman við einum navnframum bólki: Liverpool, sum m.a. hevur vunnið sær heiður fyri síni væl spældu Beatles løg.
Olle gørdist landskendur í Svøríki við at vinna í sjónvarpskappingini: Móti stjørnunum; har hann spældi ?imagine? hjá John Lennon; sum hann so vann við.
Gestirnir úr Norrköping fáa eisini høvi at kunna seg um Klaksvík og koma m. a. at samskifta við og vitja Íverksetarahúsið, Dávavirkið, Kunningarstovuna, Skúlarnar, Bókasavnið og umsitingina hjá kommununi.
Vitjanin er liður í 100-ára haldi kommununnar. Men er eisini til frama fyri at styrkja vinarbýarsambandið millum býirnar enn meira og vónandi at víðka stóra kontaktnetið við Norrköping innan vinnu, skúla, tónleik og mentan í breiðari merking.