Klagan kemur ikki óvart á meg

Annlis Bjarkhamar heldur framvegis ikki ,at hon gjørdi skeivt, tá ið hon setti Steffen Stumman Hansen í starvið, sum landsfornfrøðing, hóast næstan øll starvsfólkini nú hava klagað hann

Landsfornfrøðingur

? Útfrá teimum upplýsingum eg hevði, varð Steffen Stumman Hansen rætti maðurin at seta í starvið sum landsfornfrøðingur.
Tað heldur Annlis Bjarkhamar framvegis,
Tað var hon, sum var landsstýriskvinna í mentamálum, tá ið Steffen Stumman Hansen varð settur í starv sum landsfornfrøðingur fyri einum ári síðani.
Og tað var sostatt eisini hon, sum setti hann í starvið.
Men starvssetanin varð so umstrídd, at tað kostaði henni høvdið sum landsstýriskvinna.
Nú ósemjurnar ímillum starvsfólkið á fornminnissavninum og leiðara teirra, Steffen Stumman Hansen, Landsfornfrøðing, nú standa í ljósum loga, hava vit biðið Annlis Bjarkhamar kaga í bakspegilin.
Og tí spurdu vit hana, um hon framvegis er sannførd um, at hetta var rætti maðurin til starvið.
? Eg kann bara siga, at útfrá teimum upplýsingum, sum hon hevði tá, var hetta rætti maðurin til starvið.
Hon vísir eisini á, at Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi málið og kom ikki til ta niðurstøðu, at hon hevði gjørt nakað skeivt.
?Og fyri mítt viðkomandi endaði málið, tá ið niðurstøðan hjá løgtingsins umboðsmanni kom.

Ikki broytt meining enn
Annlis Bjarkhamar sigur, at hóast alt tað, sum nú er komið fram um ósemjur á hesum almenna stovninum, er hon enn ikki sannførd um, at hon valdi skeivt.
Hon kennir ikki smálutirnar í klaguni frá starvsfólkunum um Landsfornfrøðingin.
Men tað kemur ikki óvart á hana, at starvsfólkini gera vart við seg.
? Tað er ongin loyna, at tey vildu ikki hava Steffen Stumman Hansen í starvið og tí kemur tað als ikki óvart á meg, at tey gera vart við seg, sigur hon.
Men tá ið tú sigur, at so nógv fólk vóru ímóti Steffen Stumman Hansen frá fyrstan tíð, heldur tú at hann so er blivin offur fyri gomlum fordómum og at starvsfólkið í veruleikanum ongantíð hevur givið honum møguleikan at royna seg?
? Tað veit eg ikki, tí eg kenni ikki málið. Men eg haldi, at maðurin hevði í øllum førum uppiborið at fáa ein veruligan møguleika. Tað er sjálvsagt ein spurningur, hvussu arbeiðsumstøðurnar hjá honum hava verið.
? Tað eru altíð tveir partar í einum slíkum máli og eru báðir partar ikki frá fyrsta degi av, sinnaðir til at fáa tað besta burturúr, er tað greitt, at tað skapar trupuleikar. ? Er mótvilji ímóti leiðaranum, hevur hann ongan møguleika at virka.
Hon leggur kortini dent á, at vit hesum hevur hon ikki sagt, at annar parturin á Fornminnissavninum hevur ikki víst samstarvsvilja, tí hon kennir ikki smálutirnar í málinum.
Men hon heldur, at tað er áhugavert at fáa greiði á, um hann hevur havt ein veruligan møguleika.
Tá ið tú visti, at so nógv starvsfólk vóru ímóti at Steffen Stumman varð settur, var tað so ikki skilabetri at seta hin umsøkjaran fyri at tryggja arbeiðsfriðin á stovninum?
? Hví ta? Var tað ikki umráðandi at tann best skikkaði umsøkjarin varð settur, spyr hon afturímóti.
Hvat starvsfólkini hildu, hevur onki við málið at gera. Vit kunnu ikki hugsa um taktikk, tá ið starvsfólk verða sett, tí hvar enda vit so? Tað stóð heldur onki um tað í starvslýsingini, at leiðarin skuldi verða góðtikin av starvsfólkinum á Fornminnissavninum.
? Og eg haldi eisini, at starvsfólkið eigur at góðtaka tann leiðaran, sum varð settur, tí tað eru ikki starvsfólkið, sum setir leiðaran. Tað eru ikki starvsfólkini, sum velja sín egna leiðara, men tey eiga at góðtaka tann leiðara, tey fáa og at geva honum ein møguleika at útinna sítt starv.
Hon endurtekur, at tað einasta, hon hevði at halda seg til, vóru teir báðir umsøkjararnir, sum vóru.
Hvat Starvsfólkini hildu, var ikki partur í málinum.
?Men nú er nýggur landsstýrismaður settur í starvinum og tað kann vera, at starvsfólkið royndir eydnuna hjá honum, sigur hon.
Hon vil ikki útgreina tað nærri, men hon ivast ikki í, at landsstýrismaðurin tekur ta rættu støðuna og at lýsa málið frá báðum síðum.
Hon heldur eisini, at tá ið so nógv starvsfólk á einum stovni gera vart við sína ónøgd, eigur landsstýrismaðurin avgjørt at lurta eftir teimum. Men hann eigur eisini at lurta eftir Landsfornfrøðinginum, sigur Annlis Bjarkhamar.