Klagaður fyri at veittra við Merkinum í Hirtshals

Petur Eliassen úr Klaksvík er staddur saman við konuni og einari dóttur í summarhúsi í Hirtshals. Uttanfyri er ein flaggstong og Petur vant sjálvandi tað føroyska flaggið upp. Men tað fekk ilt í ein granna, sum ikki gjørdi mætari enn at klaga

Petur sigur, at tey hugsaðu ikki um, um tað mundi vera loyvt at flagga við tí føroyska flagginum ella ikki, tá tey vundu Merkið upp hendan dagin í Hirtshals.
- Serliga tí, at vit hava verið her einaferð fyrr í summar, og tá veittraði Merkið hvønn dag uttanfyri summarhúsið, uttan at vit vórðu klagað, sigur Petur og tað er ikki sørt, at hann hevur hug at flenna at hesum.
Tað var, sum sagt, ein granni, sum klagaði um, at tað føroyska flaggið veittraði í Hirtshals hendan dagin.
Ein annar maður, sum eisini hevði summarhús tætt við har, sum Petur og familjan búgva, kom við eini reglugerð til Petur, sum hann so las í gjøgnum.
- Maðurin var bæði vinarligur og blíður, og vit flentu bert at hesum. Men eg var noyddur at taka flaggið niður, kortini. Hann spurdi, um tað var nøkur serlig orsøk til, at føroyska flaggið veittraði hendan dagin, og eg segði bara, at tað var tí, at vit eru føroyingar, greiðir Petur frá.
Í hesi reglugerð stóð millum annað, at tað er ikki loyvt at veittra við fremmandum flaggi í Danmark uttan serloyvi.
Um talan er um eitt flagg, sum ikki er í so góðum standi og tað verður noktað at taka tað niður, so kann tað verða tikið niður av rætta viðkomandi og verða brent, stóð eisini at lesa í reglugerðini.
At enda stóð eisini at, um ein ynskir at veittra við einum fremmandum ? í hesum førinum føroyskum - flaggi í Danmark, so skal tað danska flaggið vera oman fyri.
- Men tað tímdi eg ikki, tí so hevði eg rokkið upp at nomið við tað, sigur Petur stórflennandi og leggur aftur at, at tá maðurin við reglugerðini var farin, tá vant hann bara tað danska flaggið upp og lat tað veittra í hálvan annan tíma, áðrenn hann tók tað niðuraftur. Sum eitt plástur á sárið til grannan, sum hevði fingið ilt onkunstaðni av tí føroyska flagginum.
Nú og frá og inntil Petur og familjan fara upp aftur, fer so onki flagg at veittra uttan fyri summarhúsið í Hirtshals.
Petur er skipari á Pison, sum er undir umfatandi umvælingum í Hirtshals. Meiningin var, at Petur skuldi fara upp aftur við Pison, men hann verður ikki klárur reiðiliga enn, so Petur flýgur uppaftur, meðan konan og dóttirin fara upp við Norrønu leygardagin.