Klagaðu um harðan tónleik mentanarnáttina

Mentanarnátt var í dýrdarveðri í Havn í nátt og tað var nógv fólk í býnum. Løgreglan sigur, at tað var avbera friðarligt, men kortini fingu tey onkrar klagur um harðan tónleik. 

 

Løgreglan sigur, at mentanarnáttin var eitt serligt høvið, sum var væl lýst. Og tá ið slík tiltølk eru, er ikki annað væntandi, at tað larmar eitt sindur so tað verður ikki gjørt meiri við hesar klagurnar. At tola eitt sindur av larmi er ein av treytunum við at búgva í miðbýnum, serliga tá ið serlig tiltøk eru, heldur løgreglan.