Klagaðu um at tað var so skitið at koyra

Løgreglan heldur, at tað eru píkadekkini, sum grava vegin um

Í gjár varð ringt til løgregluna at klaga um, at lastbilar, sum koyrdu grót av Glyvursnesi, dálkaðu vegin meiri enn neyðugt, tí bilarnir blivu so skitnir.

Løgreglan fór at kanna málið, og tosaðu eisini við teir, sum koyrdu lastbilar.  Men niðurstøðan var, at tað eru ikki lastbilarnir einsamallir, sum dálka vegirnar.

Tvørtur ímóti heldur løgreglan, at tað eru píkadekkini, sum elva til, at vegirnir verða so skitnir.

Hesa tíðina eru tað rættiliga nógvir bilar, sum koyra við píkadekkum, og tað gravar vegin upp, so at teir verða rættiliga skitnir, sigur løgreglan.

Og tey siga, at tað er líka nógv hetta sum elvir til, at tað verður so skitið at koyra. Og tey, sum høvdu klagað um lastbilarnar, vórðu sostatt biðin um at venda sær til kommununa. Tað er fult lógligt at koyra við píkadekkum hesa tíðina, so tað fær løgreglan ikki gjørt nakað við.