Klaga Fíggjarmálaráðið fyri Løgtingsins Umboðsmanni

Skipara- og Navigatørfelagið vil nú hava enda á eini sjey ára langari ósemju við Fíggjarmálaráðið. Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í felagnum.

Men eftir at hava roynt til fánýtis at fingið eina góðtakiliga semju øll hesi árini, hevur felagið nú gjørt av at klaga Fíggjarmálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann.

Talan er um eina ósemju, sum tók seg upp ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið longu í 2003.

Ósemjan er um lønina hjá tænastumonnunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og hon snýr seg um eina lønarhækking, sum aðrir bólkar í samfelagnum fingu.

Men tænastumenninir hjá Fiskiveiðieftirlitinum fingu ikki alla lønarhækkingina.

Talan var um 7% í lønarhækking, umframt fimm frídagar afturat, sum hinir lønarbólkarnir fingu, sigur formaðurin í Skipara- og navigaørfelagnum.

Men tænastumenninir í Fiskiveiðiftirlitinum fingu bara 7% í lønarhækking, men ongar frídagar.

Eyðstein Djurhuus sigur, at teir fimm frídagarnir svara til eina lønarhækking upp á 2,5%, sum teir sostatt mangla.

Hetta er ein lønarhækking, sum felagið hevur kravt afturvirkandi til 2003.

- Men Fíggjarmálaráðið hevur leingi afturvíst, at vit hava nakað gyldugt krav yvirhøvur.

- Men nú hava teir slaka eitt sindur og eru sinnaðir at lata tænastumonnunum hækkingina frá 2007 at rokna.

Men hesum hevur Skipara- og Navigatørfelagið afturvíst og av tí sama er avtalan um tænastumenninir hjá Fiskiveiðieftirlitinum ongantíð endurnýggjað øll hesi árini.

Eyðstein Djurhuus sigur, at tá ið ósemja er um sáttmálaviðurskiftini hjá tænastumonnum, skal málið leggjast fyri Løgtingið til viðgerðar, men tað hevur Fíggjarmálaráðið herldur ongantíð vilja.

Men nú við Skipara- og navigatørfelagið hava ein enda á málinum og tí verður málið nú klagað til Løgtingsins umboðsmann í eini roynd at fáa glið á.