Klæmint: Tað má arbeiðast hart fyri at koma burturúr hesum (FM1)

(FM1) Hoyr Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ og Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi seta orð á 2-1 sigurin hjá Víkingi í Sarpugerði

##med2##

 

Víkingur – NSÍ 2-1 (0-0)

 

0-1: Jørgen Nielsen (52.)

 

1-1: Martin Klein Joensen (57.)

 

2-1: Gunnar Vatnhamar (81.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Per Martin Gregersen siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, ið staðfestir, at nú arbeiðast hart hjá NSÍ fyri at koma burturúr hesari støðuni, har NSÍ er næstaftast við 21 stigum. Ein sigur á B68 við Løkin í Runavík komandi sunnudag er eitt ultimativt krav.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Jákuo gjørdi við sigursmálsskjúttan hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, ið heldur, at Víkingur burtursæð frá allarseinastu løtuni hevði gott tamarhald á dystinum. 

 

Víkingur-NSÍ 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Gunnar Vatnhamar

Víkingur-NSÍ 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Gunnar Vatnhamar