Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag.
Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen, KA tók móti liðnum hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik á Akureyri í dag.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Klæmint A. Olsen spældi allan dystin, og hann legði Breiðablik á odda 1-0 við einum góðum stútara í 17. minutti. Beint undan steðginum javnaði Daníel Hafsteinsson við einum brotssparki.
Jóan Símun kom á vøllin tá 66 minuttir vóru leiktir, og móti endanum kom Pætur eisini á vøllin, so talan gjørdist um eina veruliga føroyingauppgerð.
Breiðablik er nummar trý í deildini við 35 stigum. KA er nummar átta við 22 stigum.
Komandi hóskvøld hevur KA eina nærum ómøguliga uppgávu, tá teir í heimadysti taka ímóti Club Brügge í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. Brügge vann fyrra dystin 5-1.
Sama kvøld tekur Breiðablik í triðja undanumfarinum í Europa League móti bosnisku meistarunum, Zrinjski sum vann 6-2 í tí fyrra dystinum. Breiðablik fær sum verandi meistari tó ein nýggjan møguleika í tveimum Play Off dystum í Europa Conference League, um ikki teir ikki fremja eitt undur og vinna ein fimmmálssigur á Zrinjski.