Liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik vann Champions League undanundankappingina á heimavølli, og skal tí spæla móti írska liðnum, Shamrock Rovers 11. og 18. juli í fyrsta undanumfarinum.
Breiðablik vann í kvøld 5-0 á Budocnost úr Montenegro í finaluni. Farna mikukvøld vann Breiðablik 7-1 (3-1) á Tre Penne. Tá skoraði Klæmint til 3-0.
Klæmint slapp í kvøld á vøllin tá 75 minuttir vóru leiktir. Tá var støðan 5-0 og alt var avgjørt.
Breiðablik 5 - 0 Buducnost
1-0 Viktor Karl Einarsson ('5)
2-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('22)
3-0 Gísli Eyjólfsson ('28)
4-0 Höskuldur Gunnlaugsson ('33)
5-0 Jason Daði Svanþórsson ('74)
Taparin av uppgerðini Breiðablik-Shamrock Rovers og taparin av uppgerðini Ferencvaros-KÍ møtast í Europa Conference League undankappingini í øðrum umfarinum. So tað er góður møguleiki fyri, at Klæmint fer at spæla á summarfestivalinum í Klaksvík, hóskvøldið 3. august.
Komandi týskvøld spælir Breiðablik hálvfinalu móti KA í íslendsku steypakappingini. KA hevur Pætur J. Petersen knýttan at hópinum. Dysturin verður spældur á Akureyri.