Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik skrivaðu í kvøld søgu við at spæla tann fyrsta dystin hjá einum íslendskum fótbóltsliði í einum bólkaspæli.
Í bólki B í Europa Conference League tók Breiðablik móti Zorya Luhansk úr Ukraina.
Klæmint og liðfelagarnir høvdu málmøguleikarnar til at fáa stig í kvøld, men teir tóku tíverri ikki av. Í seinna hálvleiki hevði Klæmint ein drønstútara sum Mykyta Turbaievskyi í málinum hjá Zorya Luhansk bjargaði meistarliga.
Ístaðin var tað Ihor Horbach, ið stútaði bóltin í netið til 1-0 til Zorya Luhansk tá 35 minuttir vóru leiktir av dystinum. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og eru Breiðablik sostatt framvegis stigaleysir aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í bólki B.
Í hinum dystinum í bólki B vann Gent á heimavølli í Belgia 2-0 á Maccabi Tel Aviv.
Gent og Zorya Luhansk hava fýra stig hvør, Maccabi Tel Aviv hevur trý stig, meðan Breiðablik enn hevur fyrsta stigið til góðar í bólkinum.
26. oktober spælir Breiðablik á útivølli móti Gent.