Klæmint: Kenslan er ótrúliga góð í kvøld

Tað kendist ótrúliga gott hjá sigursmálskjúttanum hjá Breiðablik at skora sigursmálið til 5-4. Patrik Johannesen, ið skoraði 2-0 málið hjá Breiðablik er sera fegin um, at hetta untist Klæminti

Savnsmynd: Álvur Haraldsen

Íslendsku frásøgumennirnir nevna 5-4 sigurin hjá Breiðablik á Fram í Kópavogi í kvøld ein tann mest ótrúliga dystin nakrantíð í bestu íslendsku fótbóltsdeilini.

 

Breiðablik var á odda bæði 3-0 og 4-2, men stóð við einum 4-4 javnleiki og bert einum stigi, tá málkongurin úr Rituvík, Klæmint A. Olsen hegnisliga stútaði bóltin í netið hjá Fram til endaliga úrslitið 5-4, tá tíðin var farin útum teir 95 minuttirnar.

 

Klæmint kom á vøllin fyri Patrik Johannesen, ið legði Breiðablik á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Tá vóru 82 minuttir farnir av dystinum, og talan var um debut hjá Klæminti í Bestudeildini. 

 

- Kenslan er ótrúliga góð í kvøld. At koma á vøllin fyri fyrstu ferð í Bestudeildini, og so at avgera dystin í síðstu løtu, tað kennist ótrúliga gott. Sigur Klæmint í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Um sigursmálið sigur Klæmint: - Málið kom eftir hornaspark í høgru. Eg var púra ódekkaður í brotsteiginum, so tað var lagamanni at bara skalla bóltin í málið, greiður ein fegin Klæmint frá.

 

Patrik Johannesen fekk eisini sítt fyrsta mál fyri Breiðablik í Bestudeildini í kvøld: - Eg fái bóltin á miðjuni, reki frameftir, spæli út á kant og fái hann inn fyri og avslutti fyrstu ferð. Tíbetur fer bólturin í netið. Tað er sjálvandi deiligt at fáa hol á, men tað týdningarmesta er at fáa tey trý stigini, greiðir Patrik frá í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Um hvussu hann upplivdi sigursmálið hjá Breiðablik sigur Patrik: - Klæmint stútar hann inn aftaná horna, og tað er soleiðis vit kenna hann best í Føroyum. Eg eri sera glaður hansara vegna, staðfestir ein fegin Patrik.

 

Breiðablik 5 - 4 Fram

 

 1-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('4)

 

 2-0 Patrik Johannesen ('24)

 

 3-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('28)

 

 3-1 Guðmundur Magnússon ('42)

 

 3-2 Már Ægisson ('52)

 

 4-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('53)

 

 4-3 Fred Saraiva ('61)

 

 4-4 Magnús Þórðarson ('76)

 

 5-4 Klæmint Andrasson Olsen ('95)

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Álvur Haraldsen