Klokkan 21 tekur føroyingaliðið, Breiðablik móti Fram í Kópavogi í heimadysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Verandi meistaraliðið, Breiðablik er undir trýsti. Í trimum teimum fyrstu dystunum er tað bara eydnast Breiðabliki at fáa trý stig.
Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið í Bestudeildini er Klæmint A. Olsen í hópinum, og kann tí fáa sína debut í Bestudeildini.
19. apríl var Klæmint á vøllinum allan dystin, tá Breiðablik í dysti í steypakappingini vann 2-0 á Fjölnir á útivølli. Men enn hevur Klæmint fyrstu minuttirnar í Bestudeildini til góðar.
Patrik Johannesen byrjar inni fyri Breiðablik í kvøld, og tað er fitt av trýsti á honum. Patrik sum skoraði nógv mál fyri Keflavík í Bestudeildini í fjør hevur enn ikki funnið vegin til netmaskarnar fyri Breiðablik.
Klokkan 23 venda vit á in.fo aftur við hvussu tað gekk hjá Patriki, Klæminti og liðfeløgum teirra móti Fram í kvøld.