Klæmint er aftur Klæmint

Metmaðurin skoraði tvey mál, tá ið hamskift NSÍ lið vann stórsigur ímóti EB/Streymi

Fótbóltslagið í Runavík hevur ikki verið nakað serligt nógvu tær seinastu vikurnar. Síðani á ólavsøku hevur úrtøkan hjá NSÍ verið tvey stig í fýra dystum.

 

Í kvøld var heilt øðrvísi, tá ið NSÍ hevði vitjan av EB/Streymi. Úrslitið var 4-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

Mótstøðan var ikki, sum hon er, tá ið talan er um fimm tey fremstu, men kortini var talan um hugaligt avrik og úrslit.

 

-Hugburðurin var góður, og vit vunnu okkum í góðar støður, men vit vóru ikki nóg neyvir, hvørki í verju ella álopi. Men vit fara at stríðast víðari, og vit rokna avgjørt við møguleikanum, at vit fara at varðveita plássið í deildini, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig á FM1.

 

NSÍ liðið var sum hamskift. Uppstillingin var øðrvísi, enn hon hevur verið fyrr í ár, hugburðurin var heilt ein annar, enn hann hevur verið seinastu vikurnar, og so var konseptið soleiðis, at málskjúttin yvir allar málskjúttar í føroyskum fótbólti aftur varð settur í senu.

 

Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál. Tað hevur hann so ofta gjørt áður, men í ár hevur hann ikki skorað tvey mál síðani 28. mai, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-0 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað var á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Jákup á Borg hevur játtað at vera íblásari norðuri í Hólmanum á Eiði. Tað var ivaleyst ov nógv at rokna við, at hann í tríggjar dagar skuldi broyta tingini heilt nógv. Í kvøld var eingin ivi. Hóast EB/Streymur stóran part av fyrra hálvleiki var væl við og vísti gott samanspæl, so vísir máltalvan, at heimaliðið var greitt omaná.

 

Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard og Jóhan Troest Davidsen høvdu gott tak á verjupartinum, og tað kom væl við hjá Klæminti A. Olsen, at hann í kvøld hevði Jørgen Nielsen undir liðini á sær.

 

Pætur Hentze, sum var vongverji í vinstru, setti hol á, tá ið hálvur tími var farin. Úr spískum í vinstru sendi hann bóltin í handara síðunetið, og tríggjar minuttir undan hálvleiki var tað heilt avgerandi, at EB/Streymur gjørdi brotsspark, og Klæmint A. Olsen umsetti úr ellivu metrum og til 2-0.

 

Eitt korter eftir steðgin varð spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða, tá ið Klæmint A. Olsen sneiddi seg leysan og økti til 3-0, og fyrstu ferð, tá ið hann fekk bóltin, staðfesti innskifti Búi Egilsson 4-0 sigurin eftir fína sending frá innskifta Tróndi Jensen.  

 

-Tað gekk ikki soleiðis í fyrra hálvleiki, sum vit høvdu ætlað, men eg haldi, at leiðslan var uppiborin, og eftir steðgin gekk tað fult og heilt eftir okkara treytum. Málið er at vinna pláss í Europa. Ímóti B36 stóðu vit væl, og vit vunnu eitt stig, og ímóti Víkingi var leikliga avrikið gott, hóast vit taptu við tveimum málum. Lagið er gott undir venjing, og vit hava gott mót um, at tað skal eydnast at røkka málinum, sigur NSÍ venjarin Bill Jacobsen við Petur Asbjørn Lervig á FM1.