Hesa ársins tíð er skiftandi veður, og veðrið kann skifta skjótt. Sólin kann baka einu løtuna, men so sæst valla fram um nøsina fyri kavaroki næstu løtuna.
Hesin bilurin er væl fyrireikaður til veðrið í apríl. Summardekkini standa undir, og píkadekkini liggja klár á vegnum. Skjótt at skifta – sum tað føroyska veðrið.