– Eg eri klárur við einum uppskoti og er onki hent fríggjadagin, verður tað lagt fyri Løgtingið.
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Seinastu tíðina hevur tað verið eitt hjartamál hjá honum at bera so í bandi, at føroyskir sjúklinga, við ávísum sjúkum, skulu fáa lættari atgongd til heilivág við Kannabis.
Í Danmark verður farið undir eina royndarskipan á nýggjárinum og Jenis av Rana hevur heitt á landsstýriskvinnuna um at krøkja føroyingar upp í hesa skipanina.
Heilsufakligi myndugleikin, Landslæknin og Landsapotekarin, mæla frá at broyta skipanna og Sirið Stenberg hevur lovað at taka eina støðu í málinum
Men tað hevur drigið úr og Jenis av Rana sigur, at fríggjadagin fer danska Fólkatingið at samtykkja endaliga at fara undir eina royndarskipan í Danmark, har tað skal bera til hjá kommunulæknum at geva ávísum sjúklingum heilivág við kannabis, akkurát sum teir geva annan heilivág.
Og Jenis av Rana sigur, at er Sirið Stenberg ikki komin til eina niðurstøðu tá, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at krøkja Føroyar upp í donsku royndarskipanina, so at sjúklingar í Føroyum fáa somu sømdir sum sjúklingar í Danmark.
Danska lógin hevur ikki gildi fyri Føroyar, men Jenis av Rana fer at leggja uppskot fyri Løgtingið at samtykkja at Sirið Stenberg skal biðja donsku stjórnina seta lógina í gildi fyri Føroyar. Hann sigur, at uppskotið er skrivað, men tað kann ikki leggjast fyri Løgtingið fyrrenn danska royndarskipanin er samtykt.
Løgtingið hevur bæði fíggjarlógina,fFiskivinnunýskipanina, og onnur mál, eftir at avgreiða og eftir ætlan skal Løgtingið í jólafrí fríggjadagin.
Tað væntar Jenis av Rana ikki verður veruleiki, men undir øllum umstøðum fær hann ikki lagt uppskotið fram, fyrrenn danska lógin er samtykt. Men av tí at Løgtingið fer í jólafrí, kemur uppskotið ikki til viðgerar í Løgtinginum fyrrenn í nýggja árinum.