Tað gongur skjótt við byggiverkætlanini í Heygsbyrgi, sum H2M stendur fyri. Teir byrjaðu at seta upp í mai, og gongur sum ætlað, verður klárt hjá teimum fyrstu familjunum at flyta inn til jólar. Talan er um samanbygd sethús, sum tó eru sjálvstøðugar eindir. Tey verða bygd soleiðs, at millum tvey og fimm hús eru í hvørjari lon, og lonirnar standa kring eitt stórt øki, sum er ætlað til felagsøki, har tað verður spælipláss og felagshús, og kring hvørt húsið eru parkeringspláss, hjallur og sólkrókur.
Stórur áhugi
Nógv fólk leita eftir húsum í miðstaðarøkinum, og eftir øllum at døma er áhugin fyri húsunum í hesari byggiverkætlanini sera stórur.
- Av teimum 11 húsunum í fyrsta byggistigi, eru sjey ella átta hús seld, og afturat tí eru nøkur av húsunum í seinnabyggistigi, sum fer í gongd í mai næsta ár, eisini seld, sigur Havgrímur Johannesen, sum stendur fyri sølu og umsiting av verkætlanini.
Men samstundis sum áhugin er sera stórur, vísir tað seg at vera sera trupult hjá familjum at fáa fígging til at keypa hesi húsini. Og hetta er nakað, Havgrímur Johannesen, hevur ilt við at skilja.
- Tað vísir seg at vera sera trupult hjá fleiri familjum at fáa fígging til at keypa hesi húsini, sum kosta millum 1,9 og 2,6 milliónir, men samstundis vísir tað seg at bera til hjá familjunum at fáa fígging til at keypa eini eldri hús fyri nakrar fáar hundratúsind minni, men sum kanska krevja ábøtur fyri somu hundratúsind innan fá ár. Hetta er nakað, sum eg havi ilt við at skilja, greiðir Havgrímur Johannesen frá.
Tilvitaðir um byggifusk
Seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað í bløðunum um byggifusk, blámusopp, fukt og lekar í nógvum at teimum stóru byggiverkætlanunum, sum eru gjørdar seinastu fáu árini.
Hetta er nakað, ið H2M eru sera tilvitaðir um, og hava teir tí valt at taka neyðugu fyrivarnini.
- Vit hava fingið tveir óheftar verkfrøðingar at gera støðulýsing av verkætlanini, og teir vísa beinanvegin á møguligar trupulleikar, sum kundu stungið seg upp, og so laga vit okkum eftir teirra tilráðingum. Sjálvandi lærur tú eisini av teimum feilum, sum hava verið gjørdir aðrastaðni, og so hava vit valt taka neyðugu stigini til tess at forða fyri hesum, leggur Havgrímur Johannesen dent á.
Sum nakað nýtt, og sum ikki hevur verið roynt í Føroyum áður, hava teir gjørt eitt demohús, sum er fullkomiliga liðugt og lutvíst møblerað, har fólk so sjálvi kunnu koma og hyggja eftir handverkinum og gera sær egnar tankar um hvat gólv skal leggjast á og hvussu húsið skal vera annars.
- Vit hava valt at leggja dent á góðsku og at keyparin fær gleði av húsunum. Tí kunnu tey koma inn her og síggja húsini og teir hentleikar, ið eru í húsunum. Soleiðs kunnu tey eisini føla seg tryggari við, hvat tað er, sum tey fáa fyri pengarnar, greiðir Havgrímur Johannesen dent á.
Felagshús og felagsøki
Afturat sethúsunum, sum liggja í lonum kring eitt stórt fríøki, verður eisini eitt felagshús. Hæddarmunurin millum ovara og niðara vegin er umleið tríggjar metrar, og ætlanin er so at framsíðan á felagshúsinum skal venda omaneftir, og at omaná felagshúsinum verður spælipláss og fríøki. Felagshúsið koma tey, ið keypa hús á staðnum, at eiga.
- Tá tú keypir eini hús frá okkum, so keypir tú samstundis 1/32 part av felagshúsinum, og hetta kann so nýtast til mangt og hvat, tað verði seg bindiklubbar, føðingardagar, sveinagildi ella okkurt heilt annað, vísir Havgrímur Johannesen á.
Samstundis liggja húsini allan vegin kring fríøkið, og hetta merkir at tað verður lívd á hesum økinum, og samstundis hava foreldur møguleika at halda eitt vakið eyga við smábørnini.
Tískil má sigast, at hetta er ein spennandi byggiverkætlan, ið frábregður nakað frá teimum siðabundnu byggiverkætlanunum.