Fyri eini tíð síðani kom fram, at fýra bøndur høvdu tikið stig til at sláa seg saman, um at byggja eitt stórt felagsfjós, heldur enn at hava fleiri smá hvør í sínum lagi.
Tað eru teir fýra Poul Müller, Jóhan Petur Brekkstein, Páll Djóna á Steinum og Tórfinnur Dalsgarð, sum nú fara undir hetta nýggja felagsfjósið í Havnardali.
- Loyvini er langt síðani komin upp á pláss, og projekteringin er somuleiðis eisini komin undir land, og har er klárt at byrja í vikuni. So er bara at fáa arbeiðið boðið út, greiðir Tórfinnur Dalsgarð frá.
Tekningar eru gjørdar av fjósinum og er tað Uni Patursson, ið stendur fyri tí arbeiðinum. Enn er ikki alt endaliga liðugt har, men á síðuni síggja tit, hvussu nýggja fjósið ætlandi kemur at síggja út.
2000 fermetrar
Tá fýra mans eru um eitt fjós, so verður eisini talan um eitt fjós, sum er eitt sindur størri enn tey vit kenna í Føroyum í dag.
- Har vera pláss fyri 130 mjólkineytum, 50 ungneytum og so skulu vit eisini hava tríggjar kálvingarbingjur, greiðir Tórfinnur Dalsgarð frá. Kálvingarbingjurnar hann tosar um, skulu virka sum eitt slag av føðideild til kýrnar, har tær koma at vera dagarnar fyri og eftir, tær hava kálvað. Aftrat tí eru so tíggju smærri básar til ungar kálvar.
Fjósið kemur at vera 85 metrar langt og 24 metrar breitt, og tilsamans verður tað omanfyri 2000 fermetrar til støddar.
Mjólkirobottar
At fýra mans leggja seg saman og byggja eitt stórt felagsfjós, er í sjálvum sær rættiliga áhugavert og slóðbrótandi í Føroyum. Eitt annað, sum er minst líka óvanligt, eru tólini, ið teir ætla at brúka í fjósinum.
- Vit skulu hava tveir mjólkirobottar, har neytini sjálvi koma inn at vera mjólkað. Neytini verða lokkað inn av kraftfóðri, og á vegnum inn verður vektin skrásett soleiðis, at vit síggja hvat fyri kúgv talan er um.
- Meðan hon so stendur og etur kemur ein armur undir hana. Hesin vaskar og turkar fyrst júguri og síðani verður mjólkað, meðan hon stendur, greiður Tórfinnur Dalsgarð.
Tórfinnur Dalsgarð sigur, at hetta er spildurnýtt við hesum í Føroyum, men í Danmark leggja tey allar flestu um til hesa skipanina.
Fullautomatisk fóðring
Fóðringin kemur heldur ikki at ganga fyri seg á vanligan hátt. Talan verður um fullautomatiska fóðring, har tað einasta teir skulu gera er, at fóðra ein fóðurblandara, sum blandar fóðuri.
Úr fóðurblandaranum fer fóðuri niður á eitt band, sum førir tað inn í fjósið og so koyrir tað runt á bandinum, sum kýrnar so kunnu eta av. Skipanin er klokkustýrd, og fóðurblandarin fyllir sjálvur á fóðurbandið fastar klokkutíðir, og so kunnu kýrnar eta, tá tær hava hug.
Klárt komandi summar
Í næstum verður byggiarbeiðið so boðið út, og um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin, so stendur fjósið klárt seint í komandi summar.
Tórfinnur Dalsgarð roknar við, at tað heila fer at fella munandi lættari, tá nýggja teir fara í nýggja fjósið.
- Tá verður tað heila ikki so bundið sum tað er nú. Vit eru fleiri saman um tað, og fáa tí lagt arbeiði væl til rættis, og eisini verður meiri frítíð nú, sigur Tórfinnur Dalsgarð, sum leggur aftrat, at eisini fyri neytini verður tað nógv betri, tí nýggja fjósið verður heilt øðrvísi har kýrnar sleppa at ganga leysar, sigur Tórfinnur Dalsgarð at enda.