Um vikuskiftið brustu tveir mans saman í einum dansistaði í Havn.
Annar av monnunum varð klóraður illa í andlitið og hálsin, og løgreglan varð boðsend at leggja uppí.
Maðurin, sum gjørdi seg inn á hin, varð tikin av løgregluni. Hann hevur viðgingið seg sekan og sigur seg verða keddur av hendingini.
Maðurin verður ákærdur fyri harðskap.










