Kláraði ikki at steðga og elvdi til ferðsluóhapp

Løgreglan hevur nú fingið greiði á, hví ferðsluóhapp hendi í Hvalvík í morgun

Tað var ein bilur, sum ikki kláraði at steðga, sum var orsøkin til eitt ferðsluóhapp í Hvalvík í morgun.

 

Ein bilur steðgaði á við vegin oman á bátahylin, tí hann skuldi í bátahylin. Bilurin aftan fyri steðgar eisini, men bilførarin í einum triðja bili, sum kemur aftan á, er óansin og lukkast ikki at bremsa. Sostatt renur hann í reyvina á bilinum framman fyri, so at hann fer út av vegnum.

 

Bilførarin í bilinum, sum fór út av, var einsamallur í bilinum, og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerar, men at síggja til var talan ikki um álvarsligan skaða. Bilførarin í bilinum, sum rendi á, meiðslaði seg ikki.

 

Tað var um átta tíðina í morgun at ferðsluóhappið hendi og eina løtu varð neyðugt at steingja vegin, men klokkan níggju varð hann opin aftur.