Fjórða árið á rað er Klæmint A. Olsen í NSÍ besti málskjútti í Effo-deildini. Hann hevur verið ovast á máltindinum alt kappingarárið. Fram ímóti kappingarenda varð tað væl meiri spennandi, enn tað leingi sá út til at verða, men tá ið alt kom til alt, var Klæmint Andrassarson Olsen toppskjútti fyri fjórðu ferð á rað.
Páll Andrassarson Klettskarð skoraði eitt mál í 3-1 KÍ sigrinum í Fuglafirði ídag. Harvið hevði hann lagt seg bara eitt mál aftanfyri Klæminti Andrassarson Olsen, men fram ímóti dystarenda skoraði Klæmint og staðfesti harvið 3-1 NSÍ sigurin í grannauppgerðini á útivølli ímóti B68.
Klæmint Andrassarson Olsen skoraði 23 mál, og Páll Andrassarson Klettskarð skoraði 21 mál.
Klæmint A. Olsen hevur verið toppskjútti í 2013, 2014, 2015 og 2016. Samlaða máltalið hjá Klæminti hesi fýra árini er 87 mál!
Í 2015 skoraði Klæmint A. Olsen 21 mál. Í 2014 skoraði hann 22 mál, og í 2013 skoraði hann 21 mál.
Klæmint A. Olsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 221 dystir í Effo-deildini. Samlaða máltalið hjá honum er 133.
Fyrsti dysturin var 20. mai 2007, tá ið úrslitið á útivølli ímóti Skála var 1-0 til Skála.
Máltindurin 2016
Klæmint Andrassarson Olsen NSÍ 23
Páll Andrassarson Klettskarð KÍ 21
Jóannes Bjartalíð KÍ 17
Sølvi Vatnhamar Víkingur 14
Adeshina Lawal ÍF 13
Øssur Dalbúð HB 13
Albert Adu TB 13