Hann er føddur og uppvaksin í Lamba í bóndahúsi, sonur Katrinu (Trinu) og Jóhannus Nónklett bónda í Lamba. Hann er elstur av fimm syskjum: Klæmint, Samalena, Símun, Elsa og Karin.
Sum ungur var hann til skips eina tíð, so koyrdi hann lastbil, sum hann ognaði sær úr Saltnesi. Hann gjørdi vegarbeiði og koyrdi eisini vøru út fyri P.W. í Søldarfirði o.a. fyrifallandi.
Í 1955 giftist hann við Bergliott (Begg) úr Søldarfyrði, tey búsettust í Lamba og fingu tvey børn, Katrinu (Dinna), gift við Eyðun Jacobsen úr Klaksvík, tey eiga 3 gentir.
Pauli giftur við Frígerð úr Runavík, tey eiga 3 dreingir.
Í 1960 fór Klæmint at koyra gravkúgv hjá LV. Hann var suðuri í Sumba til at gera keiina har, oyggjarvegin og mangt annað. Hann var bóndi eisini, og ognaði sær eisini
blaðkúgv sjálvur, sum hann koyrdi líka til 1980, tá hann og Begg fóru niður á Hirshólmin at passa fýr.
Har trivust tey ómetaliga væl. Hann hevði fleiri bátar hetta tíðarskeiði av ymiskun slag, bæði plast og træ. Hann royndi við gørnum eftir sild, reyðspettum, tungu, toski, o.ø. setti állarúsur, hummararúsur, roykti sild og áll til turistarnar, sum komu út á hólman um summarið, so har lógu nógvir lystbátar gjøgnum alt summarið.
Tey keyptu sær eini hús inni í Fredrikshavn. Tað dámdi teimum væl, at kunna fara inn har at halda frí í nakrar dagar. Í 1993 doyði Begg. Eftir tað fór hann at arbeiða við fýrin í Skagen, til hann fór frá sum 67 ára gamal. Í 1997 giftist hann við Ruth Rasmussen úr Søldarfirði, og fluttu tey til Føroyar sama árið og búsettust uppi í Toft í Søldarfirði. Hann fekk sær bát, tá hann var komin heim aftur. Hann roynir eftir goggum, og setur gørn eftir sild tá tann tíðin er. Hann hevur eisini eitt gásapar, so okkurt er at tríva í, nú hann er komin nakað upp í árini. Eisini hevur hann fingið tveir langabbasynir.
Tað verður ein kaffimuður at fáa aftan á kl. 15.00 uppi í Toft í Søldarfirði. Hjartaliga tilukku við degnum.