- Eg var ógvuliga kløkkur, tá ið eg hoyrdi, at løgmaður ætlar at yvirtaka Skálafjarðartunnilin og vit eru ógvuliga kedd av at missa verkætlanina, sigur Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri Skálafjarðartunnilin Tað kom rættiliga óvart á okkum, at teir, sum nú samráðast um at skipa samgongu, umhugsa at lata tað almenna yvirtaka ætlanina at gera Skálafjarðartunnilin frá tí privata tunnilsfelagnum.
Tað viðgongur Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri Skálafjarðartunnilin.
Hann staðfestir eisini, at tey eru ógvuliga kedd av útlitunum fyri, at tey nú skulu missa verkætlanina á gólvið.
- Hetta eru vit alt annað enn fegnir um og vit halda framvegis hug til at femja ætlanina og vit halda framvegis, at vit eru førir fyri at gera tunnilin.
Hann vísir eisini á, at Løgtingið hevur samtykt, at teir skulu fáa høvi at gera tunnilin og eftir hesum hava tey arbeitt.
- Men politikkur er politikkur og ætlar landið at brúka hesa verkætlanina til at fíggja aðrar verkætlanina, fáa vit onki gjørt við tað, men kunnu ikki annað enn fyrihalda okkum til tað.
-Men vit eru ómetaliga hørm um at missa ætlanina, leggur hann afturat.
Privata tunnilsfelagið hevur brúkt fýra ár og nógvar milliónir upp á ætlanina higartil og skal tað almenna yvirtaka verkætlanina, má tað almenna samráðast við eigararnar um, hvussu tað kann lata seg gera, tí skal ætlanin yvirtakast, má tað vera undir
skipaðum viðurskiftum.
Hann vísir eisini á, at privata tunnilsfelagið bíðar bara eftir loyvinum at fara ígongd.
- Fingu vit loyvi nú, haldi eg, at vit kundu sett borin í um eitt ár
Men um tað fer at seinka ætlanini at tað almenna yvirtekur hana, veit hann ikki, men hinvgin ivast hann eisini í um tað kann gerast skjótari.
Ingi Højgaard sigur, at tunnilin kostar tað sama at gera og at fíggja um tað so verður tað privata felagið ella eitt alment felag, tí arbeiðið verður bjóðað út.
Men verkætlanin ber ein vága við sær. Skulu teir privatu gera ætlanina, sleppur tað almenna undan øllum vága. Hinvegin tilskila teir privatu sær rætt til at taka eitt tilsvarandi størri avkast afturfyri at átaka sær vága enn tað almenna hevur fyri neyðini at taka.
Hinvegin er eisini ætlanin, at privata felagið skal veita trygd fyri, at ætlanin verður gjøgnumførd, so at vit ikki standa við einum hálvum tunli, skuldi tað gingið galið. Og samstundis er ætlanin at hava skipað viðurskifti fyri, hvussu tað almenna kann yvirtaka verkætlanina, skuldi tað gingið galið.
Alt hetta vóru viðurskifti, sum ætlanin var at fáa greiði á í samráðingunum millum tunnilsfelagið og Vinnumálaráðið.