Ætlaði ikki at leggja meg úti politiska tjakið, men nú er ovboðið, tá ið skilakvinnan Lisbeth L. Petersen fer í tey føroysku bløðini og roynir at raka Høgna Hoydal við at skjóta eftir pápanum, sum í løtuni starvast í London. Teir eru hvør sín maður og duga báðir at svara hvør fyri seg. Lisbeth hevur loyvi til at hugsa sítt, men at venda einum orðataki og seta seg sjálva so lágt, at hon fer í bløðini og skjýtur við faðirskapi, klæðir hvørki Lisbeth ella sambandsflokkinum. Hevði satt at siga ikki væntað tað av Lisbeth, sum plagar at vera hampilig á allan hátt og skuldi verið eitt tað virðiligasta umboð fyri Føroya fólk á danatingi. Tað man vera okkurt, sum av óvart er komið skeivt fyri. Einki hugsi eg, at Lisbeth ella sambandsflokkurin á danatingi fer at virka ímóti tí til eina og hvørja tíð sitandi føroyska landsstýrinum, og eins lítið hugsi eg, at frælslynta danska stjórnin fer at ganga ørindi fyri andstøðuna á løgtingi. Mær tykir, at hetta kom greitt fram undir vitjan forsætismálaráðharrans. Men handa sipanin til faðirin hjá einum politiskum mótstøðumanni var eitt slag undir belti, Lisbeth, og eigur at verða afturtikin.
Heldur skuldi verðið tikið við læru av Høgna Hoydal, sum opið leggur fram sínar politisku hugsanir, men altíð er siðiligur og ópersónligur, sjálvt um hann fær manga spannina holvda yvir sín kropp, bæði av illgitingum og ósannindum.