Teir báðir føroyingarnir í Viking Stavanger, Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal mistu eitt stig av muninum niður á annað plássið í norsku fyrstu deild í kvøld.
Tað hendi eftir at Viking tapti 33-32 ímóti LFH09 úr Lillehammer.
Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál í ósigrinum, meðan Kjartan Johansen skjeyt níggju og var kosin besti leikari hjá Viking.
Àðrenn henda fyrsta dystin í 2020, var Viking trý stig frammanfyri Fjellhammer í oddinum á norsku fyrstu deild.
Fjellhammer spældi í kvøld javnleik ímóti Kristiansand, so munurin er nú tvey stig.
Hetta var bert aðru ferð hetta kappingarárið, at føroyingafelagið úr Stavanger ikki fær tvey stig úr einum dysti. Fyrru ferð var ímóti júst Fjellhammer tann 24. november.
Sí frá in.fo: Kjartan og Helgi taptu á fyrsta sinni hetta kappingarárið
Tvey tey ovastu liðini í norsku fyrstu deild flyta upp í Rema 1000-liguna, sum er fremsta norska hondbóltsdeildin, meðan triðovasta liðið fær møguleikan í uppflytingardysti ímóti triðniðasta liðnum í fremstu deildini.
Viking er ávikavist seks og sjey stig omanfyri triðja og fjórða plássið.
Kjartan Johansen er framvegis toppskjútti í deildini við 115 málum. Helgi Hildarson Hoydal hevur skotið næstflest mál fyri Viking í ár og liggur nummar 19 á toppskjúttalistanum í deildini. Hann hevur skotið 59 mál.
Støðan í norsku fyrstu deild:
Nr | Lið | D | S |
---|---|---|---|
1 | Viking Håndball | 14 | 24 |
2 | Fjellhammer | 14 | 22 |
3 | Sandefjord Håndball | 14 | 18 |
4 | Kristiansand Topphåndball | 15 | 17 |
5 | Nøtterøy Håndball | 14 | 17 |
6 | Falk Horten | 13 | 14 |
7 | Viking TIF | 14 | 14 |
8 | Lillestrøm TH | 14 | 10 |
9 | Charlottenlund | 15 | 10 |
10 | Sandnes | 13 | 8 |
11 | LFH09 | 14 | 8 |
12 | Bodø HK | 14 | 6 |